Heildarætlan fyri bátahylin í Sørvági samtykt

21. november 2026

Á fundinum 28. oktober samtykti Sørvágs bygdaráð einmælt heildarætlanina fyri økið við bátahylin. Ætlanin leggur lunnar undir, hvussu økið skal skipast og mennast komandi árini. Arbeiðið verður gjørt í stigum, og næsta stig er at gera eitt sølutorg og strika parkeringsbásar.

Sølutorg og parkeringsbásar
Við ífyllingini eru umleið 100 parkeringspláss komin afturat við bátahylin. Arbeiðið at strika básarnar og gera sølutorgið skal fara í gongd í 2027. Á torginum fer at bera til at selja fisk og ymiskt annað, sum fólk sjálv hava dyrkað ella gjørt.

Í ætlanini er eisini eitt øki sett av til ferðavinnu, og har er framvegis pláss hjá fleiri ferðavinnuveitarum at leiga seg inn. Økið verður lýst til leigu til veitarar, sum hava virksemi í Sørvágs kommunu. Kommunan ásetur treytirnar fyri leiguni og fyri, hvussu økið kann nýtast.

Seinni er ætlanin at gera eitt útiøki norðan fyri Messuna, asfaltera og planta runnar.

Nógv lív við bátahylin
Kvirra, Messan, Bluegate, Seatravel og Drangarnir hava virksemi við bátahylin. Messan hevur staðið sína roynd í summar og er væl móttikin, og Kvirra arbeiðir við at fáa eitt nýtt saunu dyp í bátahylinum.

Bluegate, Seatravel og Drangarnir hava siglt við ferðafólki alt summarið. Dagliga hava nógv ferðafólk lagt leiðina oman á bátahylin og haðani siglt út á fjørðin at síggja náttúruna og fuglalívið vestanfyri.

Onnur tíðindi

Jóla­trø­ini í Sørvágs kommunu verða tendrað

21. november 2026

Skrá fyri bygda­ráð­sfund

20. november 2026

Skatta­listin fyri 2025

11. november 2026