Umhvørvispláss

Upplatingartíðir

  • Týsdag: 16:00 – 18:00
  • Fríggjadag: 16:00 – 18:00
  • Leygardag: 16:00 – 18:00

Aktingarmaður:
John Edvin Joensen, tlf. 233216

Rottutýnari:
Ragnar Debes, tlf. 210511

 

Rættur atburður og nýtsla

Fyri tveimum árum síðani varð avgerð tikin um, at borgarar ókeypis kunnu beina burtur vanligt húsarhaldsrusk á umhørvisplássið.

Sørvágs kommuna vil hervið minna borgarar og fyritøkur á rættan atburð og nýtslu av umhvørvisplássinum:

  • Umhvørvisplássið tekur bert móti burturkasti frá privatum húsarhaldum.
  • Um privat byggja um, bróta innan úr húsum, tøma deyðsbúgv ella á annan hátt hava stórar nøgdir av burturkasti, kann umhvørvisplássið taka ímóti smærri nøgdum yvir longri tíð. Annars eiga hesi at venda sær til IRF á tlf. 414243 ella við at trýsta á hesa leinkju: https://irf.fo/bilegg-taenastu/?menuid=280 fyri at leigu bingju.
  • Alt rusk skal vera skilt í bingjurnar, sum ásett er á plássinum. Helst skal hetta vera gjørt, áðrenn komið verður við tí á umhvørvisplássið, so klárt er at koyra í bingjurnar.
  • Ábyrgdari fyri umhvørsisplássið skipar fyri og tekur ímóti burturkastinum undir givnum treytum. Boð frá ábyrgdara skulu aktast og virðast. Ábyrgdari kann burturvísa fólki, um hesi ikki halda seg til givnar treytir og reglur.
  • Virki, handlar og aðrar fyritøkur hava onga atgongd til umhvørvisplássið, men eiga ístaðin av hava egna avtalu við IRF um burturbeining av vinnuburturkasti. Sí samband við IRF omanfyri.

Latið okkum øll virða hesar reglur, so at umhvørvisplássið kann tæna sínum endamáli!