Bygdaráðsfundur kl. 17:00
23. november 2022

Samandráttur av bygdaráðsfundi

Bygdaráðsfundur: 23.11.2022 kl.17:00 – 19:20

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Elsebeth Davidsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jóhan á Ørg 
  • Jón Joensen 
  • Sune Jacobsen 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

Mál nr. 122 /2022

J.nr. 2.

viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2023

Mett skattainntøka við 21 % 53.370.000

P/F skattur 4.000.000

Dis – Fas 3.638.000

Eftirløn 12.195.000

Mettur rakstur 60.363.000

Aftirgjald av skuld 2.371.000

Íløgur 18.331.000

Bygdaráðið hevur samtykt við 2. viðgerð fíggjarætlanina fyri 2023, við omanfyri nevndu tølum.

Barnafrádrátturin er øktur við kr. 500,00 upp til til kr. 6.500,00

Broytingaruppskot frá Suna Jacobsen um at strikað 5,1 mill. kr. av íløgunum.

Fyri framman standa 3 íløgur,sum eru Barnagarðurin, Dungasandur og skúlin. Hvussu stórar hesar íløgur verða, vita vit ikki í dag. Tí heldur undirritaði at tað er skeivt at fara undir íløgur fyri fleiri 10 tals mill. sum hóast alt, ikki verða gjørdar í bræði.

Hetta er næsta fíggjarætlan hetta bygdaráðið gerð, og tí haldi eg at høllin kann bíða í eitt ár.

1 fyri og 6 ímóti

Sostatt fall broytingaruppskotið hjá Suna Jacobsen

Broytingaruppskot frá Hugin Skaalum, um at taka 1 mill. kr. av íløgunum, soleiðis at íløgan er meira realistisk í mun til tíðarhorisontin til projektering av høllini.

Fyri broytingaruppskotinum frá Hugin Skaalum:

3 fyri og 4 í móti. Sostatt fall broytingaruppskoti frá Hugin Skaalum.

 

Mál nr. 134/2022

J.nr. 324-11-2022

Umsókn um stuðul – Vága Ríðingarfelag

Málslýsing: Umsókn frá Vága Ríðingarfelag um stuðul til liðugtgerð av ríðihøll úti á Dal í Miðvági.

Tilmæli 14.11.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Vága Ríðingarfelag við kr. 10.000,00

Tilmæli 18.11.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 135/2022

J.nr. 329-24-2022

Umsókn um stuðul til bókaútgávu – Harald Bjørgvin

Málslýsing: Søkt verður um stuðul til bókaútgávu, sum er um vinnukaving í Føroyum

Tilmæli 14.11.22: Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.

Tilmæli 18.11.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 136/2022

J.nr. 329-25-2022

Umsókn um fíggjarligan stuðul – Sørvágs Ítróttarfelag

Málslýsing: Sørvágs Ítróttarfelag søkir um fíggjarligan stuðul, í sambandi við árliga S.Í. dagin

Tilmæli 14.11.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 6.000,00

Tilmæli 18.11.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. Stuðulin verður goldin móti skjalprógvaðum útreiðslum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini

 

 

Mál nr. 137/2022

J.nr. 329-26-2022

Jól í Bø

Málslýsing: Søkt verður um stuðul til tiltakið “ Jól í Bø “

Tilmæli 14.11.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla tiltakið “ Jól í Bø” við kr. 20.000,00

Tilmæli 18.11.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. Stuðulin verður goldin móti skjalprógvaðum útreiðslum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini

 

 

Mál nr. 138/2022

J.nr. 545-4-2022

Neyst hjá Niclas Rasmussen

Tilmæli 18.11.22: Fíggjarnevndin mælir til at økið verður gjørt klárt og stoypt í ár, og at peningur verður settur á fíggjarætlanina fyri 2023 til hetta arbeiðið.

Tað eru kr. 450.000,- settar av á fíggjarætlanini fyri 2022

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 139/2022

J.nr. 544-19-2022

Vatntrupuleikar - Krígssavnið

Málslýsing: Vatn trupulleikar matr.nr 422v og 427c Krígssavnið

Tilmæli 17.11.22: Vinnunevndin mælir til, at gera arbeiðið, soleiðis at trupuleikarnir viðv. vatni verða loystir. Málið verður beint í Fíggjarnevndina.

Tilmæli 18.11.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini

 

 

Mál nr. 140/2022

J.nr. 211-12-2022

1. viðgerð av eykajáttan

Til konto Av konto

1111138010 Samsýningar 50.000,- 1111438110 L Kommunufyrisitingin 50.000

1111438010 Kommunufyrisitingin 130.000 1111438110 L Kommunufyrisitingin 130.000

3261138010 Alvalon 900.000 3261138110 L Alvalon 900.000

6245138010 Kirkjug. 60.000 06113238110 Fríðkan 60.000

6371138010 Ídnaðarøkið 607.000 3261138110 L Alvalon 607.000

7304238020 IRF 230.000 7304238110 L Renovatión 230.000

7311138010 Sløkkiliðið 50.000 6302138110 L Vatn 50.000

Bygdaráðið samtykti 1. viðgerð av omanfyri nevndu eykajáttan.

 

 

Mál nr. 141/2022

J.nr. 322-1-2021

Tilboð frá Munin

Málslýsing: Tilboð frá Munin í sambandi við skráseting av gravum í kirkjugarðinum í Sørvági.

Tilmæli 16.11.22: Tekniska nevnd mælir til at taka av tilboðnum frá Munin, um skráseting av gravum í kirkjugarðinum í Sørvági.

Tilmæli 18.11.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 142/2022

J.nr. 548-9-2021

Umsókn um at keypa part av matr. nr. 272a – Jón Falkvard

Málslýsing: Umsókn um at keypa part av matr. nr. 272a

Tilmæli 18.11.22: Fíggjarnevndin mælir frá at selja, tí at kommunan ikki hevur nakrar planir um at selja matr. nr. 272a

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 1 /2022

J.nr. 542-35-2022

Umsókn um byggiloyvi til tilbygning á matr. 358a á havnarøkinum

Málslýsing: Søkt verður um byggiloyvi til tilbygning á matr. 358a á Havnarøkinum.

Tilbygningurin skal brúkast til fiskagoymslu og goymslu.

Tilmæli 17.11.22: Havnarnevndin mælir til, at geva frávik at byggja nærri bryggjutrom enn 12m. Tó í minsta lagið 8 metrar frá bryggjukanti.

Tilmæli 23.11.22: Tekniska nevnd mælir til, at geva SP/f Vestmek byggiloyvi til tilbygning á matr. nr. 358a á havnarøkinum samb. umsókn, við teimum treytum sum Tekniski leiðarin mælir til.

Jón Joensen luttók ikki í viðgerðini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havna- og Teknisku nevnd

Jón Joensen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024