Samandráttur av eyka bygdaráðsfundi.
Bygdaráðsfundur: 08.04.26 kl.17:00 – 17:40
Fundarstaður: Fundarhøli
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Jón Joensen
- Hans Kári Hansen
- Elias Davidsen
- Tóki Joensen
- Helena Heðinsdóttir Guttesen
- Hugin Skaalum
Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari
Mál nr. 31/2026
J.nr.
Støðutakan til sáttmála við Kanjon
Málslýsing: Tilmæli frá Bygginevndini dagf. 07.04.2026 um byggjan av ítróttarhøll á matr. 368 í Sørvági.
Tilmæli: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og Teknisku nevnd, um at undirskrivað sáttmálan uppá kr. 43.882.382,- u/mvg við Sp/f Kanjon um bygging av ítróttarhøll í Sørvági sum heildararbeiðstøku.
Avgerð: Meirlutin sum er Helena H Guttesen, Tóki Joensen, Jón Joensen, Hans Kári Hansen, Eyð Ellingsgaard og Elias Davidsen taka undir við tilmælinum frá Byggi-, Teknisku og Fíggjarnevndini.
Serstøða hjá Hugin Skaalum: Nú sáttmáli skal undirskrivast um at byggja høllina, havi eg tó ikki fingið neyðugu kunningina um tær broytingar í byggiskránni, sum hava við sær ein meirkostnað á 382.382 kr. u/mvg, fyrr enn fyri løtu síðani.
Somuleiðis er eingin greið frágreiðing givin um fíggjarliga haldførið hjá kommununi komandi árini. Tað er heldur ikki gjørd nøkur risikoanalysa, sum lýsir, hvørja ávirkan eitt nú ein hækkandi renta kann hava á fíggjarstøðuna hjá Sørvágs kommunu v.m.
Við støði í hesum meti eg tað vera ábyrgdarleyst at binda kommununa til eina íløgu á 43.882.382 kr. u/mvg, áðrenn hesi viðurskifti eru nøktandi lýst og greinað – tí kann eg ikki taka undir við hesum í verandi støðu.
Mål nr. 33/2026
J.nr.
Graviloyvið til ítróttarhøll á matr.nr. 368
Tilmæli 07.04.26: Tekniska nevnd mælir til, at umsitingin saman við teknisku nevnd fær heimild til at geva Sp/f. KANJON graviloyvi til nýggja ítróttarhøll.
Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum sum eru Eyð Ellingsgaard, Helena H. Guttesen, Tóki Joensen, Jón Joensen, Hans Kári Hansen og Elias Davidsen taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Hugin Skaalum stemmaði blankt