Bygdaráðsfundur
30. september 2026

Samandráttur av bygdaráðsfundi.

Bygdaráðsfundur: 30.09.2026 kl.17:00 – 19:00

Fundarstaður: Fundarhøli

 

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Jón Joensen
  • Hans Kári Hansen
  • Elias Davidsen
  • Tóki Joensen
  • Helena Heðinsdóttir Guttesen
  • Hugin Skaalum

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 65/2026

J.nr. 2.

Viðgerð av eykajáttan til konto 6.30.41.380 Í kloakk

Málslýsing: Eykajáttan til konto 6.30.41.380 Í kloakk

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til konto 6.30.41.380 Í kloakk á kr. 1.000.000,00

Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti eykajáttanina við 2. viðgerð.



 

Mál nr. 71/2026

J.nr. 329-19-2026

Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri kappingarárið 2026 – Sørvágs Róðrarfelag

Málslýsing: Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri kappingarárið 2026

Søkt verður um kr. 50.000,00 í rakstrarstuðli og kr. 60.0000,00 til viðlíkahald av bátum og árum.

Tilmæli 15.09.26: Trivnaðarnevndini mælir til at stuðla Sørvágs Róðrarfelag soleiðis í 2026:

kr. 50.000,00 sum rakstrarstuðul og kr.60.000,00 til viðlíkahald av bátum og árum.

Stuðulin til viðlíkahald av bátum og árum kr. 60.000,00 verður útgoldin móti váttaðum rokningum.

Tilmæli 19.09.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Helena Heðinsdóttir Guttesen luttók ikki í viðgerðini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Helena Heðinsdóttir Guttesen luttók ikki í viðgerðini

 

 

Mál nr. 72/2026

J.nr. 219-36-2026

Umsókn um stuðul til verkætlan at kanna burðarføri í Mykinesi – Visit Vágar

Málslýsing: Umsókn frá Visit Vágar um stuðul uppá kr. 78.700,00 í sambandi við kanning av burðarførinum í Mykinesi

Tilmæli 15.09.26: Trivnaðarnevndin mælir til at játta stuðul uppá kr. 78.700,00 til verkætlanina, kanning av burðarførinum í Mykinesi.

Tilmæli 17.09.26: Figgjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 73/2026

J.nr. 329-23-2026

Umsókn um stuðul til Syngið við í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um stuðul til tiltakið Syngið við í Sørvági.

Tilmæli 15.09.26: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla tiltakinum “ Syngið við í Sørvági” við í mesta lagi kr. 20.000,00

Tilmæli 17.09.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 




Mál nr. 74/2026

J.nr. 329-22-2026

Umsókn um fíggjarligan stuðul til marknaðardagin í Gásadali – Felagið Gásadalur

Málslýsing: Felagið Gásadalur søkir um peningaligan stuðul uppá kr. 30.000,00 í sambandi við marknaðardagin í Gásadali, sum er settur at verða 7. november 2026

Tilmæli 15.09.26: Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 30.000,00 í stuðli til marknaðardagin í Gásadali 7.november 2026

Peningurin verður útgoldin móti váttaðum rokningum

Tilmæli 17.09.26: Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 75/2026

J.nr. 329-24-2026

Umsókn um fíggjarligan stuðul til “ Jól í Bø”

Málslýsing: Søkt verður um kr. 30.000,00 í stuðli til “ Jól í Bø “ 2026

Tilmæli 15.09.26: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla tiltakið “ Jól í Bø “ við kr. 30.000,00

Stuðulin verður útgoldin móti skjalprógvaðum útreiðslum.

Tilmæli 17.09.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 76/2026

J.nr. 549-108-2025

Keyp av matr. nr. 210 á havnalagnum í Sørvági

Málslýsing: Keyp av matr. nr. 210 á havnalagnum í Sørvági.

Tilmæli 17.09.26: Fíggjarnevndin tekur av tilboðnum frá Landsverk um at keypa matr. nr. 210 á Havnalagnum í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 77/2026

J.nr. 546-9-2026

Umsókn um at leiga eitt øki á uml. 50 m2 í bátahylinum.

Málslýsing: Umsókn um at leiga eitt øki á uml. 50 m2 í bátahylinum.

Tilmæli frá Havnarnevndini: Havnanevndin mælir til, at Sp/f SeaView fær loyvið at leiga eitt av teimum seks leiguøkjunum á uml. 44 m² við somu ásetanum, sum aðrir leigarar.

Fíggjarnevndin tekur sær av leigusáttmálanum

Tilmæli 17.09.26: Fíggjarnevndin mælir til at Sp/f SeaView fær loyvið at leiga uml. 50 m2 við somu treytum sum aðrir leigarar.

Umsitingin tekur sær av sáttmálanum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Umsitingin saman við Havnanevndini arbeiður við at fyrireika heildarætlanina fyri økið.

 

 

Mál nr. 78/2026

J.nr. 542-73-2026

Umsókn um byggiloyvi til hjall og svala á matr. 142 í Sørvági

Málslýsing: Søkt verður um byggiloyvi til hjall og svala á matr. 142 í Sørvági

Tilmæli frá Tekniska leiðaranum:

Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Tilmæli 24.09.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um byggiloyvi til hjall og svala á matr. 142 í Sørvági, samb. umsókn og tekningar.

Avgerð: Bydaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 79/2026

J.nr.

Umsókn um byggiloyvi til klimaskerm /betongvegg til ítróttarhøllina

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til klimskerm/betongvegg til ítróttarhøllina.

Avgerð 24.09.26: Tekniska nevnd er samd um at geva loyvi til at stoypa klimaskerm/ betongvegg til ítróttarhøllina, vísandi til tilmælið frá byggiharraeftirlitinum. (Mynda/ Sjøtil)

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 



Mál nr. 80/2026

J.nr.

Tilboð frá Kanjon um grovplanering í sambandi við at víðka parkeringsøkið til ítróttarhøllina.

Málslýsing: Tilboð frá Kanjon um grovplanering í sambandi við at víðka parkeringøkið til ítróttarhøllina.

Tilmæli 24.09.26: Í sambandi við at yvirflatuvatn skal førast eysturum ítróttarhøllina gjøgnum leiðing í Kjóadalsvegnum, mælir Tekniska nevnd til, at taka av tilboðnum frá Kanjon, um at grovplanera økið eystanfyri høllina.

Tilmæli 30.09.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd. Samlaður kostnaðurin verður kr. 789.540,00

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Tilboðið er partur av heildartilboðnum, har Kanjon hevði lægsta boð.

 

 

 

Mál nr. 79/2026

J.nr.

Viðtøkur fyri Eldraráðið í Vágum

Eldraráð í Vágum

Sambært § 6 í løgtingslóg nr. 19. frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. skulu kommunurnar tryggja, at borgarar í størst møguligan mun hava møguleika at verða hoyrdir, tá týðandi umskipanir, bygnaðarbroytingar o.t. verða framdar, sum hava ávirkan á tænastuna í økinum.

Kommunurnar kunnu seta á stovn eldraráð í økinum, sum verða tikin við upp á ráð, tá avgerðir og umskipanir innan eldraøkið skulu fremjast.

Inntil Eldraráð er sett á stovn í Vágum, hevur stýrið fyri Vesturvón avgjørt, at nevndin í Vága Pensjónistafelag kann virka sum Eldraráð.

Í tann mun, at nevndin í Vága Pensjónistafelag átekur sær leiklutin at virka sum eldraráð, eru hesar viðtøkur galdandi fyri virksemið.

§ 1

Heimildir hjá Eldraráðnum

Eldraráðið kann ráðgeva stýrinum fyri Vesturvón í øllum eldrapolitiskum viðurskiftum og á tann hátt tryggja, at atlit verður tikið til ynski og tørv teirra eldru

Eldraráðið kann:

· úttala seg um eitthvørt evni, sum hevur áhuga hjá okkara eldri borgarum og seta stýrinum spurningar

· koma við hugskotum og uppskotum, ið eru til gagns fyri tænastuna til eldri borgarar

· virka fyri, at vitan og royndir hjá okkara eldri borgarum verða virðismett og gagnnýtt

· virka sum bindilið millum politisku skipanina og okkara eldru borgarar og

· fáa í lag samskifti millum okkara eldri borgarar og stýrið fyri Vesturvón.

Eldraráðið skal ikki at viðgera mál viðvíkjandi ávísum persónum.

§ 2

Ábyrgdin hjá stýrinum fyri Vesturvón

Stýrið fyri Vesturvón skal virða almennu hoyringarskylduna og kann liva upp til sína hoyringarskyldu við at lata Eldraráðið umboða áhugamál okkara eldru.

Stýrið fyri Vesturvón eigur at eggja okkara eldri borgarum til virkna luttøku í samfelagnum, at styrkja um kensluna av ognarskapi og ávirkan á førda politikkin, og harvið eisini at betra um trivnaðin millum eldru borgararnar í økinum

Stýrið fyri Vesturvón skal m.a.:

· hoyra Eldraráðið áðrenn týðandi umskipanir, bygnaðarbroytingar o.t. verða framdar, sum hava ávirkan á tænastuna í økinum

· kunna Eldraráðið um viðurskifti, sum hava týdning fyri okkara eldru borgarar.

· spyrja og taka Eldraráðið við uppá ráð í viðurskiftum, sum viðvíkja okkara eldru borgarum.


§ 3

Eldraráðsins samanseting

Limir í nevndin í Vága Pensjónistafelag eru limir í Eldraráðnum.

 

Limir í nevndini í Vága Pensjónistafelag kunnu lata annan lim í pensjónistafelagnum ella annan borgara í Vága kommunu, ið er 60 ár ella eldri umboða seg í Eldraráðnum.

Tað er sjálvboðið at vera limur í Eldraráðnum

§ 4

Samsýning og fígging

Samsýning verður latin fyri fundir við stýrið og fyri fundir, sum eru í samband við ítøkiligt arbeiðið í Eldraráðnum.

Endurgjald verður veitt fyri skjalaprógvaðar útreiðslur til ferðing til og frá fundum av oynni.

Fundarsamsýning verður latin sbrt. almennum reglunum um fundarsamsýningar.

Stýrið fyri Vesturvón setir eina upphædd á fíggjarætlanina til Eldraráðsins virksemi.

Kommunurnar veita fundarhøli og hølir til almennar fundir.

§ 5

Viðtøkurnar

Viðtøkurnar og broytingar í viðtøkunum koma í gildi, tá tær eru samtyktar í stýrinum fyri Vesturvón.

Limur í stýrinum fyri Vesturvón, limur í Eldraráðnum ella limur í kommunustýrunum kann leggja uppskot fyri stýrið fyri Vesturvón um broytingar í viðtøkunum.

Áðrenn stýrið fyri Vesturvón tekur avgerð um at broyta viðtøkurnar verða broytingarnar lagdar fyri Eldraráðið til ummælis.

§ 6

Um at taka av Eldraráðið

Stýrið fyri Vesturvón kann gera broytingar fyri Eldraráðið ella at taka av Eldraráðið. Áðrenn tílík avgerð verður tikin, verður málið lagt fyri virkandi Eldraráðið og Vesturvón til ummælis.

Verður Eldraráðið tikið av, fella møguligar ognir o.a. til Vesturvón.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti viðtøkurnar fyri Eldraráðið í Vágum

 

 

Mál nr. 80/2026

J.nr. 541-11-2022

Broyting av bygdaráðssamtykt 7. sept. 2022 viðv. matr. 272o og matr. 272p í Sørvági

Málslýsing: Broytan av bygdaráðssamtykt frá 7. sept. 2022 viðv. matr.nr. 272o og 272p í Sørvági.

Tilmæli 01.04.26: Vinnunevndin mælir til at bygdaráðssamtyktin frá 7. sept. 2022 verður strikað og at matr. nr. 272o og 272p í Sørvági, verða sett alment til sølu til vanliga sethúsabygging, tí at tað fyriliggur ein ætlan um bygging av 14 íbúðum á matr. 62h í Sørvági.

Tilmæli 24.09.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini, um at strika bygdaráðssamtyktina frá 7.sept. 2022 viðv. matr. 272o og 272p í Sørvági og at stykkini verða sett alment til sølu, samsvarandi treytunum fyri sethúsaøki í byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 81

J.nr. 211-10-2026

1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027

Málsviðgerð: 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027

Tilmæli 30.09.26: Fíggjarnevndin hevur gjøgnumgingið inntøkurnar

Avgerð: Bygdaráðið hevur gjøgnumgingið inntøkurnar

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
02. september 2026
Bygdaráðsfundur
16. juli 2026
Bygdaráðsfundur
24. juni 2026