Samandráttur av bygdaráðsfundi.
Bygdaráðsfundur: 16.07.2026 kl.1600 - 1615
Fundarstaður: Fundarhølið
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Jón Joensen
- Hans Kári Hansen
- Elias Davidsen
- Tóki Joensen
- Helena Heðinsdóttir Guttesen
- Jóhan á Ørg
Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari
Vísandi til grein 18, stk. 2, í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýrið hevur Hugin Skaalum, boðað frá, at honum barst frá at møta á fundinum. Tiltakslimur Jóhan á Ørg fekk fundarboð og játtaði at møta.
Mál nr. 62/2026
J.nr. 542-104-2025
Byggiætlan fyri ítróttarhøllina á matr. 368 í Sørvági.
Málslýsing: Byggiætlan fyri ítróttarhøllina á matr. 368 í Sørvági.
Tilmæli 13.07.26: Bygginevndin mælir til at samtykkja byggiætlanina til byggjan av ítróttarhøll á matr. 368 í Sørvági.
Tilmæli 13.07.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Bygginevndini um at samtykkja byggiætlanina til byggjan av ítróttarhøll á matr. 368 í Sørvági.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Byggi- og Teknisku nevnd.
Mál nr. 63/2026
J.nr. 542-104-2025
Stoyping av fundamenti til ítróttarhøllina á matr. 368 í Sørvági.
Málslýsing: Stoyping av fundamenti til ítróttarhøllina á matr. 368 í Sørvági.
Tilmæli 13.07.26 Bygginevndin: Mælt verður til at geva byggiloyvi til at stoypa fundament og lendisgólv sbrt. innsendu tekingunum. Hetta hevur ikki ávirkan á sniði á bygninginum og ger, at arbeiðstakarin ikki verður forðaður í at arbeiða víðari.
Tilmæli 13.07.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Bygginevndini fyri ítróttarhøllina um at geva byggiloyvi til at stoypa fundament og lendisgólv sbrt. innsendu tekingunum. Hetta hevur ikki ávirkan á sniði á bygninginum og ger, at arbeiðstakarin ikki verður forðaður í at arbeiða víðari.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Byggi- og Teknisku nevnd.