Samandráttur av bygdaráðsfundi.
Bygdaráðsfundur: 24.06.2026 kl.1700 – 1830
Fundarstaður: Fundarhøli
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Jón Joensen
- Hans Kári Hansen
- Elias Davidsen
- Tóki Joensen
- Helena Heðinsdóttir Guttesen
Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari
Mál nr. 6/2026
J.nr. 329-9-026
Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri 2026 – Country Festivalurin
Málslýsing: Umsókn frá Country Festivalinum um fíggjarligan stuðul fyri 2026
Søkt verður um kr. 100.000,00 í stuðli fyri 2026
Tilmæli 09.06.26: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Country Festivalin við kr. 85.000,00 fyri árið 2026
Tilmæli 18.06.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Jón Joensen luttók ikki í viðgerðini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini
Jón Joensen luttók ikki í viðgerðini.
Mál nr. 47/2026
J.nr.329-11-2026
Umsókn um fíggjarligan stuðul til keyp av tveimum trampolinum.
Málslýsing: Umsókn um fíggjarligan stuðul til keyp av tveimum trampolinum.
Tilmæli 09.06.26: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla keyp av 2 trampolinum við kr. 15.000,00
Rokn. skal sendast til Sørvágs kommunu.
Tilmæli: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini
Jón Joensen luttók ikki í viðgerð av hesum málinum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini
Jón Joensen luttók ikki í viðgerðini.
Mál nr. 48/2026
J.nr. 324-7-2026
Umsókn um fíggjarligan stuðul – Musikkskúlin í Vágum
Málslýsing: Musikkskúlin í Vágum, søkir um fíggjarligan stuðul til keyp av Vibrafon
Tilmæli 14.04.26: Trivnaðarnevndin mælir til, at málið verður beint aftur til nevndina fyri
Musikkskúlan í Vágum, vegna manglandi rakstrar- og fíggjarætlan fyri 2025/2026
Tilmæli 09.06.26: Trivnaðarnevndin mælir frá at játta stuðul til keyp av Vibrafon.
Tilmæli 18.06.26: Fíggjarnevndin leggur málið til bygdaráðið til støðutakan.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at játta okkara part til uppskot 2 í samb. við keyp av eini Vibrafon til Musikkskúlan í Vágum.
Mál nr. 49/2026
J.nr. 542-64-2026
Umsókn um at keypa matr. nr. 119ab í Sørvági
Málslýsing: Umsókn frá Áka og Elinborg Steintún um keyp av grundøki matr. nr. 119ab á Middagsvarða.
Tilmæli 18.06.26: Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 119ab í Sørvági til Áka og Elinborg Steintún samb. treytum samtyktar á bygdaráðsfundi hin. 24. juni 2026
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini
Mál nr. 50/2026
J.nr. 542-64-2026
Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 119ab í Sørvági.
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119ab í Sørvági.
Tilmæli frá tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og serstøku byggisamtyktini (B3)
Tilmæli 16.06.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta byggiloyvi til sethús á matr. 119ab í Sørvági, vísandi til umsókn og tekningar dagf.07.06.26
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 51/2026
J.nr. 542-59-2026
Umsókn um endurnýggjan av byggiloyvi á verandi bygning á matr. 50a í Bø.
Málslýsing: Eigarnir av ognini á matr. 50a í Bø, søkja um endurnýggjan av byggiloyvi til verandi bygning á økinum.
Tilmæli frá Tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi, tá umstøðurnar viðv. hvat slag av virksemi og viðkomandi myndugleikar eru avgreidd.
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.
Tilmæli 16.06.26: Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til umvæling av bygninginum, vísandi til umsókn og tekningar.
Í sambandi við møguligt vinnuligt virksemi er neyðugt at fáa loyvir frá viðkomandi myndugleikum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 52/2026
J.nr.542-61-2026
Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 388g í Sørvági
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 388g í Sørvági.
Tilmæli frá tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.
Tilmæli 16.06.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta byggiloyvi til sethús á matr. 388g í Sørvági, vísandi til umsókn og tekningar dagf. 26.05.26
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 53/2026
J.nr.548-14-2026
Umsókn um loyvi til umbygging og uppíbygging til sethús á matr. 235 í Sørvági
Málslýsing: Eigarnir av matr. 235 í Sørvági, søkja um loyvi til umbygging og uppíbygging av verandi húsi á ognini
Tilmæli frá tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi, við tí treyt at grannaloyvi er tøkt og orkuramman er tøk. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.
Grannaváttan er móttikin frá eigarunum av matr. 361 og 203b
Tilmæli 16.06.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum hjá tekniska leiðaranum, um at játta byggiloyvið til umbygging og uppíbygging til sethús á matr. 235 í Sørvági, vísandi til umsókn og tekningar dagfest 31.05.26
Grannaváttan er móttikin frá eigarunum av matr. 361 og 203b
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 54/2026
J.nr.542-104-2025
Graviloyvi til ítróttarhøll á matr. 368 í Sørvági
Málslýsing: Søkt verður um graviloyvi til ítróttarhøll á matr. 368 í Sørvági
Tilmæli 16.06.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Bygginevndini fyri ítróttarhøllina, um at geva graviloyvi, vísandi til skriv og planeringstekningar dagf. 15/6-26.
Tekniska nevnd mælir til at byggiharra eftirlit fylgir við at planeringhæddin er ílagi.
Avgerð: Bygdaráðið tekur kunningina til eftirtektar.
Bygdaráðið hevur á fundi 8. apríl 2026 samtykt, at Umsitingin saman við Teknisku nevnd fær heimild at játta graviloyvi til ítróttarhøllina)
Mál nr. 55/2026
J.nr. 548-3-2026
Umsókn um at keypa matr. nr. 119ah í Sørvági
Málslýsing: Umsókn frá Katlu og Jákup Martin Henriksen um at keypa matr. nr. 119ah í Sørvági
Tilmæli: Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 119ah í Sørvági til Katlu og Jákup Martin Henriksen samb. treytum samtyktar á bygdaráðsfundi hin. 24. juni 2020 og treytað av at tey kunnu ávísa fígging.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Mál nr. 56/2026
J.nr. 548-3-2026
Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 119ah í Sørvági
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 119ah í Sørvági.
Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og serstøku byggisamtyktini (B3)
Tilmæli 16.06.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta byggiloyvi til sethús á matr. 119ah í Sørvági, vísandi til umsókn og tekningar dagf. 16.06.26
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 58/2026
J.nr.
Ungdómsráð
Málslýsing: Ungdómsráð
Niðanfyri er uppskot til viðtøkur fyri ungdómsráðið í Sørvágs kommunu.
Viðtøkur fyri ungdómsráðið í Sørvágs kommunu.
Ungdómsráðið í Sørvágs kommunu er rótfest í Barnarættindasáttmálanum hjá ST og Norðurlensku barnaviðtøkunum. Ungdómsráðið er sett á stovn fyri at børn og ung skulu verða hoyrd í Sørvágs kommunu.
§ 1 Navn og heimstaður
Navn ráðsins er Ungdómsráðið í Sørvágs kommunu, stytt USK, og heimstaður er Sørvágs kommuna
§ 2 Endamál
· At vera hoyringspartur í viðurskiftum, sum viðvíkja ungdómin í Sørvágs kommunu
· At vera samskiftislið millum ungdómin og kommunustýrið í kommununi
· At virka fyri, at børn og ung trívast í kommununi
· At koma við uppskotum um betran av trivnaði hjá ungum
· At vera eitt forum, har ung kunnu hava ávirkan á kommunal mál, ið viðvíkja teimum
§3 Umboð
Allir ítróttar- og frítíðarfelagsskapir í Sørvágs kommunu, hava rætt til ein lim og ein varalim í ungdómsráðnum.
Stk. 2: Limir skulu vera millum 13 og 20 ár og búsitandi í Sørvágs kommunu
Stk. 3: Valskeiðið er tvey ár
§ 4 Arbeiðsháttur
Ungdómsráðið skipar seg við forfólki, næstforfólki og skrivara
Stk. 2: Umsitingin setir ein vegleiðara til ungdómsráðið, ið hevur til uppgávu at vegleiða og hjálpa ráðnum at skipa arbeiðið.
Stk. 3: Ungdómsráðið hittist fýra ferðir árliga við borgarstjóranum um viðurskifti, ið viðkoma teimum ungu.
Stk. 4: Um umboð ikki fær møtt, skal tað boðast frá í góðari tíð. Um umboð ikki møtir upp til meira enn tríggjar fundir á rað, uttan at siga frá, fer sessurin til næsta varalim.
Stk. 3: Ungdómsráðið kann seta smærri arbeiðsbólkar at arbeiða við ítøkiligum málum og uppskotum, ið síðani skulu leggjast fram fyri restina av ungdómsráðnum
Stk. 5: Ungdómsráðið skal skipa fyri almennum tiltaki fyri ung einaferð um árið
Stk. 3: Tað er krav, at øll umboð møta væl fyrireikað á fund og virða sjónarmiðini hjá hvørjum øðrum
§ 6 Fíggjarlig viðurskifti
Limir fáa vanliga fundarpening fyri kvartals fundirnar
§ 7 Broytingar í viðtøkum
Ungdómsráðið kann koma við uppskoti til broytingar í viðtøkunum. Uppskot skulu hendast til umsitingina í Sørvágs kommunu
Stk. 2: Kommunustýrið kann koma við uppskoti til broytingar í viðtøkunum
Stk. 3: Broytingarnar koma í gildi, tá tær eru samtyktar av kommunustýrinum
Stk. 4: Kommunustýrið kann avtaka Ungdómsráðið í Sørvágs kommunu. Áðrenn avgerðin verður tikin, eigur málið at vera latið ráðnum til ummælis
Tilmæli 09.06.26: Trivnaðarnevndin mælir til at góðkenna viðtøkurnar fyri ungdómsráðið í Sørvágs kommunu.
Tilmæli 18.06.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 59/2026
J.nr.
Avgreiðsla av byggimálum í summarfrítíðini
Í samband við at bygdaráðið nú fer í summarfrí, verður samtykt at heimila Teknisku nevnd saman við umsitingini at avgreiða byggimál, sum eru innanfyri byggisamtyktina hjá Sørvágs kommunu v.m. í tíðarskeiðinum fram til fyrst komandi bygdaráðsfund.