Bygdaráðsfundur
28. oktober 2026

Samandráttur av bygdaráðsfundi 28. oktober 2026

Bygdaráðsfundur: 28.10.2026  kl.17:00 - 1915

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Hans Kári Hansen 
  • Elias Davidsen 
  • Tóki Joensen 
  • Helena Heðinsdóttir Guttesen 
  • Hugin Skaalum 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

 

Mál nr. 84/2026

J.nr. 211-12-2026

1. viðgerð av eykajáttan

Málslýsing. 1. viðgerð av eykajáttan.

 

Tilmæli 27.10.26: Fíggjarnevndin mælir til omanfyri nevndu eykajáttanir.

Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 85/2026

J.nr. 211-10-2026

2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027

Málslýsing: 2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027

Fíggjarætlanin fyri 2027 er gjøgnumgingin.

 

 

 

Mál nr. 86/2026

J.nr. 324-10-2026

Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri árið 2026 - Undirhúsið í Sørvági
 
Málslýsing: Undirhúsið í Sørvági søkir um fíggjarligan stuðul uppá  kr.15.000,00 fyri árið 2026

Tilmæli 13.10.26: Trivnaðarnevndin mælir til at játtað kr. 15.000,00 í stuðli til Undirhúsið í Sørvági, fyri árið 2026.  Peningurin verður útgoldin móti váttaðum rokningum.

Tilmæli 27.10.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 87/2026

J.nr. 542-80-2026

Umsókn um byggiloyvi til motorrúm á matr. 28b í Sørvági -  FT Net

Málslýsing: Umsókn frá FT-Net um byggiloyvi til motorrúm á matr. 28b í Sørvági

Tilmæli frá tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið.
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendum tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum
og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini. Arbeiðið skal eisini gerast í samráð við Landsverk.

Tilmæli 20.10.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta byggiloyvið til motorrúm á matr. 28b í Sørvági, vísandi til umsókn og tekningar.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 88/2026

J.nr. 542-74-2026

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr.272ad í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 272ad í Sørvági.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið, um loyvið verður givið skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu..

Tilmæli 20.10.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum um byggiloyvið til sethús á matr. 272ad í Sørvági, vísandi til umsókn og tekningar.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 89/2026

J.nr.547-8-2026

Viðv. matr. nr. 158f og 76a í Sørvági

Málslýsing: Vetrarfriðing uppi á Mýrum.

Tilmæli 20.10.26: Vísandi til bygdaráðssamtykt frá 27/9-23 har samtykt er at steingja molddumpin (urtagarðs burturkast) mælir tekniska nevnd til, at avgerðin verður broytt.

Tekniska nevnd mælir til at øki ístaðin verður sett í stand, og kann nýtast til urtagarðs burturkast, sum hálvárliga skal tyrvast.

Avgerð: Meirlutin Elias Davidsen, Helena Guttesen, Tóki Joensen, Hans Kári Hansen og Eyð Ellingsgaard taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd. Hugin Skaalum mælir til, at man heldur seg til upprunaligu avgerðina, og at urtargarðsburturkastið verður skipað á umhvørvisplássinum.

 

 

Mál nr.  90/2026

J.nr. 215-30-2025

Leiga av bygningi á matr. nr. 354 í Sørvági

Málslýsing: Fyrispurningur frá Sp/f Vest um leigu av bygningi á matr. 354 í Sørvági

Tilmæli 12.11.25: Havnarnevndin mælir til at leiga bygningin sum stendur á matr. nr. 354 til Sp/f Vestmek.

Tilmæli 24.08.26: Víst verður til tilmælið frá havnarnevndini 12.11.25. Heitt verður á fíggjarnevndina um at viðgerða málið.

Tilmæli: 27.10.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnanevndini. Leigan verður ásett til 50,- kr/m2 svarandi til kr. 3.750,- pr/mðr.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havna- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr.  91/2026

J.nr. 215-30-2025

Heildarætlan fyri báthylin

Málslýsing: Heildarætlan fyri báthylin

Tilmæli – Heildarætlan fyri báthylin

Mælt verður til, at Sørvágs bygdarráð góðkennir fyriliggjandi skitsuuppskot sum heildarætlan fyri økið við bátahylin.

Heildarætlanin skal vera grundarlagið undir framtíðar menning og skipan av økinum, soleiðis at komandi átøk verða framd í samsvari við eina samlaða ætlan, sum víst verður til fyri økið í punktum 1, 2 og 3.

Mælt verður harumframt til, at arbeiðið við næsta stigi í heildarætlanini, sum fevnir um sølutorg og parkeringsstrípur, verður sett í gongd skjótast gjørligt.

Framtíðar átøk, so sum trappa/útiøki norðanfyri Messuna, asfaltering og runnar, verða tikin upp, tá fígging er tøk til endamálið. Øll slík átøk skulu vera í samsvari við heildarætlanina og verða løgd fyri bygdarráðið til kunningar/avgerð, so hvørt sum arbeitt verður víðari við teimum.

Tilmæli  – Øki til leigu

Mælt verður til, at bygdarráðið tekur støðu til at seta økið, sum er avsett í heildarætlanini, av til leigu til ferðavinnuaktørar, ið hava virksemi í kommununi.

Leigarin skal lúka tær treytir, sum kommunan setur fyri leiguna og nýtsluna av økinum.

Um bygdarráðið tekur undir við hesum, verður økið lýst til leigu.

 

Avgerð: Einmælt samtykt

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
30. september 2026
Bygdaráðsfundur
02. september 2026
Bygdaráðsfundur
16. juli 2026