Bygdaráðsfundur
30. mars 2023

Bygdaráðsfundur: 30.03.2023 kl.17:00 – 19:15

Fundarstaður: Fundarhøli

 

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Elsebeth Davidsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jóhan á Ørg 
  • Jón Joensen 
  • Sune Jacobsen 

Umframt Bjørg Beder, skrivari

 

Mál nr. 39/2023

J.nr. 324-1-2023

Heilsufótbóltur í Sørvági

Málslýsing: Heilsufótbóltur í Sørvági.

Tilmæli 16.03.23: Trivnaðarnevndin mælir til at seta kr.15.000,00 av til heilsufótbólt í Sørvági.

Tilmæli 23.03.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. Peningurin verður útgoldin móti skjalprógvaðum útreiðslum.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjar- og Trivnaðarnevndini.

 

 

Mál nr. 40/2023

J.nr. 323-4-2023

Umsókn um peningaligan stuðul – orkestrið Ælabogin

Málslýsing: Umsókn frá orkestrinum Ælabogin, um peningaligan stuðul.

Tilmæli 16.03.23: Trivnaðarnevndin mælir til at játta stuðul uppá kr. 10.000,00 til orkestrið Ælabogin.

Stuðulin er til næmingar sum eru í Sørvágs kommunu.

Tilmæli 23.03.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjar- og Trivnaðarnevndini.

 

 

Mál nr. 41/2023

J.nr. 323-6-2023

Umsókn um peningaligan stuðul – Vága Útvarp.

Málslýsing: Vága Útvarp søkir um peningaligan stuðul fyri 2023. Søkt verður um sama stuðul sum í 2022

Tilmæli 16.03.23: Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.

Tilmæli 23.03.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini

Avgerð: Meirilutin í bygdaráðnum mælir til at stuðla.

Fíggjarætlan fyri 2023 skal fyriliggja, áðrenn stuðulin verður útgoldin.

 

 

Mál nr. 42/2023

J.nr. 329-2-2023

Umsókn um stuðul til bókaútgávu – Hilmar Jan Hansen

Málslýsing: Umsókn um stuðul til bókaútgávu, um Robert McBirnie.

Tilmæli 16.03.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla bókaútgávuna um Robert McBirnie við kr. 15.000,00

Tilmæli 23.03.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjar- og Trivnaðarnevndini.

 



Mál nr. 43/2023

J.nr. 329-23-2022

Umsókn um stuðul til bókaútgávu – Kári Thorsteinsson

Málslýsing: Umsókn frá Kára Thorsteinsson um stuðul til bókaútgávu.

Tilmæli 16.03.2023: Trivnaðarnevndin mælir til, at ein tilmeldingarlisti verður lagdur á heimasíðuna hjá Sørvágs kommunu, har fólk heimahoyrandi í Sørvágs kommunu, kunnu skrivað seg upp til at ogna sær bókina, sum Sørvágs kommuna rindar fyri.

Stuðulin verður so veittur eftir hesum lista.

Tilmæli 23.03.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjar- og Trivnaðarnevndini.



 

Mál nr. 44/2023

J.nr. 548-11-2021

Uppskot til sáttm. við J & K Petersen viðv. vinnuøkinum

Málslýsing: Uppskot til sáttm. við J & K Petersen viðv. vinnuøkinum

Tilmæli 22.03.23: Vinnunevndin tekur undir við sáttmálanum millum Sørvágs kommunu og J & K Petersen, við smávegis tillagingum, sum fíggjarnevndin tekur sær av.

Tilmæli 23.03.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjar- og Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 45/2023

J.nr. 659-1-2023

Leigusáttmálar í bátahylinum, fastbúgvandi og fremmandir bátar

Málslýsing: Leigusáttmálar í bátahylinum, fastbúgvandi og fremmandir bátar.

Tilmæli 22.03.23: Havnarnevndin mælir til, at bátar har eigarnir ikki eru borgarar í Sørvágs kommunu, sum hava fast pláss, gjalda fastan prís + 50%.

Aðrir fremmandir bátar sum ikki hava fast pláss, gjalda kr. 300,00 um vikuna.

Fyri at fáa fast pláss í bátahylinum, skal eigarin av bátinum verða skrásettur sum borgari í Sørvágs kommunu.

Tilmæli 23.03.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjar- og Havnarnevndini.

 

 

Mál nr. 46/2023

J.nr. 324-3-2022

Tíðaravmarkað starv

Málslýsing: Tíðaravmarkað starv.

Fíggjarnevndin mælir til, at søkja eftir 1 starvsfólki í eitt tíðaravmarkað starv til journalisering av gomlum skjølum hjá kommununi í fyribils í 1 ár, við møguleika fyri leingjan.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 47/2023

J.nr. 324-3-2022

Ognartøka matr. 263 í Sørvági

Málslýsing: Ognartøka av matr. nr. 263 í Sørvági, til eina komandi ítróttarhøll.

Vísandi til at kommunan hevur sent 2 skriv til Jóannes Johannesen sum hevur fullmakt til matr. nr. 263 og Birgit Lundem Jacobsen sum er tinglýstur eigari av ognini um keyp av matr.nr. 263 í Sørvági til grundøki til eina komandi ítróttarhøll.

Kommunan hevur ikki móttikið nakað svar og tí mælir Fíggjarnevndin til, at fari verður undir ognartøku av matr nr. 263 í Sørvági.

Upplýsast skal at kommunan hevur fingið játtandi svar frá eigarunum av matr. nr. 234a og 130a.

Avgerð: Málið beint aftur í Trivnaðar- og Teknisku nevnd til komandi bygdaráðsfund.

 

 

Mál nr. 48/2023

J.nr. 211-2-2023

1. viðgerð av eykajáttan

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til konto 6.22.11.380 Byggibúning (keyp av lendi) í samb. við keyp av uml. 4.771 m2 av matr. nr. 161 í Sørvági á kr. 424.619,-

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 49/2023

J.nr. 651-1-2023

Økið til bingjupláss, og grundøkið til bygging á vinnuøkinum

Málslýsing: Øki til bingjupláss og grundøkið til bygning til Sørvágs kommunu á vinnuøkinum

Tilmæli 17.februar 2023:

Vinnunevndin mælir til at eitt stykki verður lagt av til arbeiðshøll til Sørvágs kommunu. Samstundis verður mælt til at á sama økið, eisini verða avmerkt økir á uml. 10x10 m til goymsluøkir, ið kunnu leigast frá Sørvágs kommunu.

Tilmæli 22.03.23: Vinnunevndin mælir til, at kommunan leggur matr. nr. 422ar av til egið brúk. ( til arbeiðshøll og útleigan til bingjur)

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 50/2023

J.nr. 541-4-2023

Umsókn um at broyta økið við Oyravegin á Norðurtriðingi, sunnara parti (Vørðufelli) frá at verða øki K: Landbúnaður til øki J: Summarh.

Málslýsing: Ivan Weihe, søkir kommuna um broyting av byggisamtyktini, søkt verður um, at øki við Oyravegin á Norðurtriðingi, sunnara parti (Vørðufelli) verður broytt frá øki K: Landbúnaður til øki J: Summarhús

Víst verður til tekning A99.02 dagfest 25.03.21 og dagførd 13.11.2022

Tilmæli 22.03.23: Vinnunevndin mælir frá, at játtað umsóknina um broyting av byggisamtyktina, tí kommunan ongar ætlanir hevur um at leggja økið til summarhúsøki.

Avgerð: : Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 51/2023

J.nr. 542-11-2022

Umsókn um byggiloyvi til HF – antennu við flogvøllin

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til HF – antennu við flogvøllin.

Tilmæli 20.02.23: Tekniska nevnd hevur áður mælt frá at geva byggiloyvi, grundað á at hetta kemur at skemma økið og mælt til at onnur staðseting verður funnin, bygdaráðið tók undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Við tað at ongin broyting er í umsóknini, heldur Tekniska nevnd fast í sínum tilmæli.

Tilmæli 22.03.23: Tekniska nevnd mælir frá at geva byggiloyvi til HF antennuna, grundað á

 hoyringsskriv frá Atlantic Airways, sum mælir frá at geva byggiloyvi til HF-antennuna.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 52/2023

J.nr. 542-1-2023

Tilboð uppá timburarb. til fjølmilðarúm á Dungasandi

Málslýsing: Tilboð uppá timburarbeiðið til fjølmiðlarúm á Dungasandi.

Innkomin tilboð:

· Egil Petersen kr. 511.000,00 u/MVG

· CJ – Bygg kr. 742.368,34 u/MVG

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka av tilboðnum frá Egil Petersen á kr. 511.000,00

u/mvg

 

 

Mál nr. 53/2023

J.nr. 542-1-2023

Útbjóðingarleist í samband við jørðarbeiðið, timburarbeiðið og stálarbeiðið til skýlið á Dungasandi

Málið beint í Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 54/2023

J.nr. Játtan til projektering av høll

Málslýsing: Játtan til projektering av høll

Avgerð: Meirilutin í bygdaráðnum samtykti at brúka pening til projektering av høllini, og peningurin verður tikin av játtanani til endamálið.

 

 

Mál nr. 55/2023

J.nr.

Keyp av JCB maskinu

Málslýsing: Keyp av nýggjari JCB maskinu.

Avgerð: Samtykt.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024