Bygdaráðsfundur
27. september 2023

Samandráttur av bygdaráðsfundi.

Bygdaráðsfundur: 27.09.2023 kl.17:00 - 20:00

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Elsebeth Davidsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jóhan á Ørg 
  • Jón Joensen 
  • Sune Jacobsen 

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 100.

J.nr. 211-5-2023

1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2024

Málslýsing: 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2024

Mett skattainntøka 54.915.175

Mett inntøka frá Dis,Fas 4.130.000

Mett inntøka eftirl. 12.695.000

Tils. 71.740.175

 

 

Mál nr. 101.

J.nr. 219-13-2023

Tilboð frá Intra

Málslýsing: Tilboð frá Intra

Tilmæli 25.09.23: Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum fyri 3 net.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 102

J.nr. 219-3-2023

Skriv frá Úttriðingi heimari partur, um endurgjald fyri vetrarfriðing og mistan seyð

Málslýsing: Skriv frá Úttriðingi heimari partur, viðv. endurgjaldi fyri vetrarfriðing og mistan seyð

Tilmæli 21.09.23: Tekniska nevnd mælir til at steingja molddumpin á Mýrunum og at ein loysn verður funnin úti á umhvørvisplássinum.

Tá ein loysn er funnin á umhvørvisplássinum, verður molddumpurin endaliga stongdur/ afturlatin.

Viðvíkjandi endurgjaldinum fyri vetrarfriðing og mistan seyð verður hetta beint í fíggjarnevndina til støðutakan.

Tilmæli 25.09.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Endurgjald fyri mist vertarbit verður:

Matr. nr. 119x tinglýst vídd 34.952 m2

Matr. nr. 368 tinglýst vídd 10.287m2

Samanlagt 45.239 m2 x 4,80 = 217.147,20

Endurgjald fyri 6 deyðar ær = 3.500,-- x 6 = 21.000,00

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku/ Figgjarnevndini.

 

 

Mál nr. 103

J.nr. 548-4-2023

Umsókn um keyp av parti av øki, niðanfyri sethús á matr. nr. 70i í Bø

Málslýsing: Fyrispurningur frá eigaranum av matr. 70i í Bø, um møguleiki er at keypa økið niðanfyri sethúsini, soleiðis at tey koma at eiga oman til vegin (matr. g )

Grundin til fyrispurningin er, at tey hava avbjóðingar við planeringini og eru bangin fyri at garðurin sum tey hava lagað fer at koppa.

Tilmæli 23.08.23: Umrøtt í Teknisku nevnd.

Tilmæli 21.09.23: Tekniska nevnd mælir frá at selja part av øki niðanfyri matr. 70i í Bø, tí hetta frátekur kommununi møguleikar í økinum.

Tilmæli 25.09.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku/ Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 104

J.nr. 548-5-2023

Umsókn um keyp av øki omanfyri sethús á matr. 272q í Sørvági

Málslýsing: Umsókn frá eigarunum av matr. 272q í Sørvági, um keyp av øki omanfyri sethúsini.

Tilmæli 23.08.23: Tekniska nevnd mælir til at umsitingin arbeiður víðari við málinum og kemur við eini loysn um sølu av økinum.

Tilmæli 21.09.23: Tekniska nevnd mælir til at selja part av 272q, samb. tilmæli frá tekniska leiðaranum.

Tilmæli 25.09.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku/ Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 105

J.nr. 542-18-2023

Umsókn um byggiloyvi til altan á matr.

328a í Sørvági og keyp av lendi frá Sørvágs kommunu.

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til altan á matr. 328a í Sørvági og keyp av lendi frá Sørvágs kommunu.

Tilmæli 23.08.23: Tekniska nevnd mælir til at selja uml. 19 fermetrar til umsøkjaran og heitir á Vinnunevndina um at søkja um at broyta byggisamtyktina soleiðis at keypta øki verður broytt til sethúsaøkið.

Tilmæli 25.09.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Tilmæli 25.09.23: Vinnunevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku/ fíggjarnevndini um at selja uml. 19 fermetrar burturav matr. 62f til samanlegging við matr. nr. 328a

Samstundis verður mælt til at broyta byggisamt. soleiðis, at 19 fermetrar verða broyttir frá øki F: Almenn frítíðarøki til øki B: Sethús

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku,- Fíggjar,- og Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 106

J.nr. 219-14-2023

Víðkan av ídnaðarøkinum – endalig matrikullering av matr. nr. 422z

Málslýsing: Bygdaráðið hevur á fundi hin. 25.05.22 samtykt at keypa uml 40.000 m2 av matr. nr. 422d.

Nú endaliga matrikulering er gjørd er víddin blivin til 50.437 m2, og økið hevur fingið matr. nr. 422z.

Tilmæli 25.09.23: Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 422z, sum eftir endaligu matrikkulering er 50.437 m2.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 107

J.nr. 219-14-2023

Umsókn um keyp av klaveri og hækking av árligari játtan til ljóðføriskeyp - Musikkskúlin í Vágum

Málslýsing: Umsókn um keyp av klaveri til stovu 3 í Gamla skúla og hækking av árligari játtan til ljóðføriskeyp.

Tilmæli 21.09.23: Trivnaðarnevndin mælir til at hækka játtanina til Musikkskúlan í Vágum upp til kr. 70.000,00

Trivnaðarnevndin mælir eisini til at játta kr. 55.000,00 til keyp av klaveri til stovu 3 í Gamla skúla.

Tilmæli 25.09.23:Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Hækkan av játtani fyri 2024 verður viðgjørt í samb. við viðgerðina av fíggjaræltanini fyri 2024.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 108

J.nr. 219-12-2023

Umsókn peningaligan um stuðul – Vága Pensjónistafelag

Málslýsing: Umsókn um peningaligan stuðul frá Vága Pensjónistafelag.

Tilmæli 21.09.23: Trivnaðarnevnin mælir til at stuðla Vága Pensjónistafelag við kr. 8.000,00

Tilmæli 25.09.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar/ Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 109

J.nr. 323-9-2023

Umsókn um stuðul til konsertferð við klaverleikaranum Jesper René

Málslýsing: Konsertfelagið skipar fyri konsertferð við danska klaverleikaranum Jesper René. Avtala er gjørd um skúlakonsert í Sørvágs skúla 24/11-23. Konsertin er fyriskipað í samstarvi við musikkskúlan í Vágum.

Søkt verður um stuðul uppá kr. 1500,00 í sambandi við konsertina í Sørvágs skúla.

Tilmæli 21.09.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla konsertferð við danska klaverleikaranum Jesper René við kr. 1.500,00

Tilmæli 25.09.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar/ Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 110

J.nr. 651-3-2023

Økið til bátar – Luna

Avgerð: Málið beint aftur í Havnarnevndina.

 

 

Mál nr. 111

J.nr. 546-3-2023

Umvæling av træbryggjuni

Málslýsing: Umvæling av træbryggjuni.

Tilmæli 21.09.23: Havnarnevndin mælir til at træbryggjan verður umvæld.

Tilmæli 25.09.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnanevndini.

Fíggjarrnevndin mælir til at arbeiðið verður boðið út, og at Tekniski leiðarin arbeiðir víðari við málinum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinun frá Havna/ Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 112

J.nr. 548-7-2023

Møguligt keyp av matr. 267a í Sørvági

Avgerð: Málið beint aftur í Havnanevndini

 

 

 

Mál nr. 113

J.nr. 651-2-2023

Leingjan av leigusáttmála til tøkubúðir - Luna

Avgerð: Málið beint aftur í Havnanevndina

 

 

 

Mál nr.114

J.nr. 542-11-2022

Broytan av byggisamtyktini – Vága Floghavn

Málslýsing: Umsókn frá Vága Floghavn um at broyta byggisamtyktina.

Tilmæli 25.09.23: Vísandi til umsókn frá Vága Floghavn um broyting av byggisamtyktini sambært kort, mælir Vinnunevndin til at broyta økið K: Landbúnaður til øki L: Floghavnarøki

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

 

Mál nr. 115

J.nr. 542-5-2019

Val av bygginevnd til Alvalon

Málslýsing: Val av bygginevnd til Alvalon.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at velja Hugin Skaalum, Jón Joensen og Jóhan Mikkelsen í bygginevndina fyri Alvalon

 

 

Mál nr. 116

J.nr. 324-3-2022

Val av bygginevnd til ítróttarhøll

Málslýsing: Val av nevnd til bygginevnd til ítróttarhøll.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at velja Hugin Skaalum, Jón Joensen og Jóhan Mikkelsen í bygginevndina til ítróttarhøll.

 

 

Mál nr. 117

J.nr. 548-6-2023

Umsókn um samanlegging av matr. 289a og 316a í Sørvági

Málslýsing: Søkt verður um at matr. 289a verður lagt saman við 316a

Aftaná samanleggingina verður matr. 316a, 22 gyllin uttangarðs og 31.222 fermetrar innangarðs.

Tilmæli 21.09.23: Tekniska nevnd viðmælir samanlegging av matr. 289a og 316a í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 118

J.nr. 548-8-2023

Umsókn um samanlegging av matr. 55, 398a og 291b í Sørvági

Avgerð: Málið útsett til nýggja byggisamtyktin endaliga er góðkend.

 

 

 

Mál nr. 119

J.nr. 542-73-2023

Umsókn um loyvi til útbygging av tøknihúsi á matr. 28b í Sørvági

Málslýsing: Í sambandi við dagføring av netkervinum, hevur NET tørv á betri plássi og tí verður søkt um loyvi til útbygging av verandi tøknihúsi á Traðarbrekku.

Tilmæli 21.09.23: Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til útbygging av tøknihúsi á matr. nr. 28b í Sørvági, samb. umsókn og tekning.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 120

J.nr. 542-11-2022

Umsókn um graviloyvi – Vága Floghavn

Málslýsing: Umsókn um graviloyvi frá Vága Floghavn

Tilmæli 20.02.23: Tekniska nevnd mælir til at geva graviloyvi til stk. 1 og 3 samb. innsendu tekning. Graviloyvi skal gerast í tøttum samstarvi við kommununa.

Kommunan hevur ikki heimild til at geva loyvi til stk.2 tí ognarviðurskiftini ikki eru komin uppá pláss.

Tilmæli 21.09.23: Tekniska nevnd mælir til at geva gravloyvi til stk. 2

Endaligt loyvi verður útskrivað, tá kommunan hevur fingið váttan um, at ognarviðurskiftini endaliga eru komin uppá pláss

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

Mál nr. 121

J.nr. 545-4-20222

Umsókn um byggiloyvi til neyst á matr. nr. 317 í Sørvági

Avgerð: Málið tikið av skrá.

 

 

Mál nr. 122

J.nr. 542-5-2019

Uppíbygging av Alvalon

Málslýsing: Uppíbygging av Alvalon

Tilmæli 21.09.23: Tekniska nevnd mælir til at fáa tilboð uppá projekteringina av Alvalon frá Skjøtil. Talan er um byggistig 1 og 2

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Umframt at planerað fyri byggistig 3. Bygdaráðið mælir til at fáa eina uttanhýsis byggiráðgeving.

 

 

Mál nr. 123

J.nr. 544-33-2023

Umsókn um jarðhita á matr. 17a í Bø

Málslýsing: Umsókn um jarðhita á matr. nr. 17a í Bø

Demich søkir vegna eigaran av matr. 17a í Bø, um loyvi at bora jarðhol.

Tekniski leiðarin mælir til, at fylgja tilmælinum frá US, og at heita á umsøkjaran um at finna eina nýggja staðseting, sum er meira miðskeiðis á grundøkinum.

Tilmæli 21.09.23: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum, viðv. umsóknini um jarðhol á matr. nr. 17a í Bø

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 124

J.nr. 541-11-2023

Klaga í sambandi við broyting av byggisamtykt fyri neystaøkið.

Málslýsing: Klaga/ skriv frá Jóannes Johannesen, viðv. broyting av byggisamtyktini fyri neystaøkið.

Tilmæli 25.09.23: Vinnunevndin metur at kærarin hevur misskilt broytingina sum ætlanin er at gera í byggisamtyktini, tí ongin broyting verður viðv. matr. 312, 238a og 310b og tí verður ikki gjørt meira við klaguna.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 124

J.nr. 541-11-2023

Klaga í sambandi við broyting av byggisamtykt fyri neystaøkið.

Málslýsing: Klaga viðv. broyting av byggisamtyktini fyri neystaøkið, frá eigaranum av matr. 57a í Sørvági.

Tilmæli 25.09.23: Vinnunevndin fastheldur at eingin broyting verður gjørd viðv. matr. nr. 57a og tí verður ikki gjørt meira við málið.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
26. juni 2024
Bygdaráðsfundur
31. mai 2024
Bygdaráðsfundur
24. apríl 2024