Bygdaráðsfundur
25. juni 2025

Samandráttur av bygdaráðsfundi. 
 
Bygdaráðsfundur: 25.06.2025  kl.1700 - 2015  
 
Fundarstaður: Fundarhøli 
 
Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard  
  • Jón Joensen 
  • Hans Kári Hansen  
  • Elias Davidsen  
  • Tóki Joensen
  • Helena Heðinsdóttir Guttesen 


        
 Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari  
 
 



Mál nr. 35/2025

J.nr.  211-19-2025 

2. viðgerð av eykajáttan 
 
Málslýsing: 1. viðgerð av eykajáttan til matr. nr. 368 í Sørvági. 
 
1 mió. til konto 5.24.62.381 Ítróttarannlegg L av konto 4.23.22.381 Fólkaskúlin L 
 
Tilmæli 28.05.25: Fíggjarnevndin mælir til at játta omanfyri nevndu eykajáttan. Eykajáttanin hevur ikki meirkostnað við sær 
 
Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum Eyð Ellingsgaard, Helena H. Guttesen, Jón Joensen, Hans Kári Hansen, Elias Davidsen og Tóki Joensen taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini. Minnilutin Hugin Skaalum mælir til at man raðfestir skúlan og fær umvælinginar av skúlanum lidnar. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti eykajáttanina við 2. viðgerð. 
 
 


 
Mál nr. 38/2025

J.nr. 543-1-2022 

Tilbúgvingarætlanin fyri Sørvágs kommunu. 
 
Málslýsing: Tilbúgvingarætlanin fyri Sørvágs kommunu. 
Jákup Haraldsen greiddi bygdaráðnum frá tilbúgvingarætlanini.  
 
 


 
Mál nr. 39/2025 

J.nr.542-49-2025  

Umsókn um byggiloyvi - Hiddenfjord 
 
Málslýsing: Hiddenfjord søkir um byggiloyvi til umbygging av verandi bygningi innan, bygging av pakkirúmi, avskipingarrampum og slúsu. 
 
Tilmæli frá tekniska leiðaranum 11.06.25: 
Tekniski leiðarin mælir til, at játta byggiloyvi vísandi til umsókn og tekningar. 
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini hjá Sørvágs kommunu. 
Bygningurin má ikki takast í nýtslu fyrrenn brunamyndugleikin hjá Sørvágs kommunu hevur brunagóðkent bygningin. 

Tilmæli 11.06.25: Havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta byggiloyvi til Hiddenfjord, samb. umsókn og tekningum dagf. 2. juni 2025            
                           
Tilmæli 17.06.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta byggiloyvi til Hiddenfjord, samb. umsókn og tekningum dagf. 2. juni 2025. 
Jón Joensen luttók ikki í viðgerðini. 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Havnanevndini. 
 

 

 
Mál nr. 40 

J.nr. 215-23-2025 

Umsókn um keyp av parti av matr. 62h í Sørvági. 
 
Málslýsing: Søkt verður um at keypa part av matr. nr. 62h í Sørvági 
 
Tilmæli 17.06.25: Tekniska nevnd mælir til at skipa økið til sølu til íbúðarætlanir, og at íbúðirnar eisini eru egnaðar til eldraíbúðir. 
 
Tilmæli frá Tekniska leiðaranum 25.06.2025: 
 
Mælt verður til  at matr.nr 62h og 373b verða sett alment til sølu til raðhús ella líknandi, fyri sama kostnað, sum kommunan annars selur grundøkir fyri, sølan fer fram á heimasíðuni hjá kommununi.  
 
Mælt verður til at kommunan ger eina byggiætlan fyri alt, ella partar av økinum. 
 
Tilmæli 24.06.25: Fíggjarnevndin mælir til at umsitingin setur matr. nr. 62h alment til sølu til íbúðarbygging. Fíggjarnevndin mælir til at umsitingin arbeiðir víðari við málinum. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum frá 25.06.2025. Somuleiðis samtykti bygdaráðið, at biðja um tilboð uppá vegagerð og møguliga at gera økið byggiklárt. 
 
 

 

Mál nr. 41 

J.nr.542-50-2025 

Umsókn um byggiloyvi og keyp av matr. 119z í Sørvági. 
 
Málslýsing: Søkt verður um byggiloyvi til sethús og keyp av matr. nr. 119z í Sørvági.                                                            
 
Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið. 
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og serstøku byggisamtyktini (B3) 
 
Tilmæli 17.06.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um byggiloyvi til sethús á matr. 119z í Sørvági. Samstundis verður mælt til, at selja matr. nr. 119z til Birnu & Tobias Skaalum Kempf. 
 
Tilmæli 24.06.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd, sambært galdandi ásetingum fyri økið. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fyglja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini. 
 
 

 

Mál nr. 42/2025 

J.nr.542-8-2025 

Umsókn um byggiloyvi - Krígssavnið 
 
Málslýsing: Søkt verður um byggiloyvi til uppíbygging av verandi bygningi vestureftir. 
Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekniski leiðarin mælir til, í fyrsta umfarið at góðkenna byggiætlanina vísandi til tekningar o.a. 
 Tekniski leiðarin mælir til, at játta byggiloyvið vísandi til byggiætlan, umsókn og tekningar. 
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendum tekningum, viðmerkingum í tilmælinum, og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu, og treytaðum ásetingunum sum LV í skrivi dagf. 27.05.2025 hevur víst á.  
 
Bygningurin má ikki takast í nýtslu, fyrrenn brunamyndugleikin hjá Sørvágs kommunu hevur brunagóðkent bygningin. 
Tilmæli 17.06.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at góðkenna byggiætlanina fyri matr. nr. 422c og 422v vísandi til byggisamtyktina grein 16 og tekningar. 
Somuleiðis tekur tekniska nevnd undir við tilmælinum frá teknisku leiðaranum um at játta byggiloyvi vísandi til byggiætlan, umsókn og tekningar. 
Viðmerkjast skal at kommunan ikki er partur av kostnaðinum í sambandi við at innkoyringin til Krígssavnið verður flutt. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd. 
 


 
 
Mál nr. 43 

J.nr.542-305-2024 

Umsókn um byggiloyvi til loftstovu á sethúsum  á matr. 289g í Sørvági 
 
Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 289g í Sørvági, søkir um byggiloyvi til loftstovu á sethúsini sum standa á matr. 289g í Sørvági. Byggiloyvi til sethús er játtað á bygdaráðsfundi 26. juni 2024 
 
Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekniski-leiðarin mælir til at játta byggiloyvi. 
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.  
 
Tilmæli 17.06.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um byggiloyvi til loftstovu á sethúsini á matr. 289g í Sørvági. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd. 
 
 


Mál nr. 44 

J.nr. 431-16-2025 

Røktaríbúðir omanfyri Ellisheimið 
 
Málslýsing: Røktaríbúðir omanfyri Ellisheimið. 
 
Bjari Prior greiddi frá ætlanum sum Vága kommuna hevur í sambandi við, at byggja røktaríbúðir omanfyri Ellisheimið. 
 
Tilmæli 12.06.25:  Trivnaðarnevndin mælir til, at Sørvágs kommuna fer í samstarv við Vága kommunu, um ætlanir við røktaríbúðum. 
 
Tilmæli: 24.06.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini, um at verða við til fyrireikingar til 1. Byggistig. 
 
Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.  
Avgerðin er  treytað av, at íbúðinar verða partur  av Vesturvónsamstarvinum. 
 
 


 
Mál nr. 45 

J.nr. 215-26-2025 

Ums. um at keypa stykkið nr. 17 á ídnaðarøkinum 
 
Málslýsing: Umsókn um keyp av grundøki á ídnaðarøkinum. 
 
Tilmæli 24.06.25: Fíggjarnevndin mælir til at selja stykkið nr.17 til Sp/f Tatink v/ Tummas A.Thomassen samb. vanligum treytum 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.  
 
 


Mál nr. 46 

J.nr. 211-18-2025 

1. viðgerð av eykajáttan til Ivanshús 
 
Málsviðgerð: Eykajáttan til konto 2.21.61.382 Eldrasamstarv 
 
Tilmæli 24.06.25: Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til konto 2.21.61.382 eldrasamstarvið á kr. 500.000. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini. 
 
 



Mál nr. 47 

J.nr. 323-15-2025 

Umsókn um stuðul til Vestanstevnuna, sum verður í Sørvági frá 18. til 20 juli. 
 
Málslýsing: Umsókn um stuðul til Vestanstevnuna 2025 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at játta kr. 50.000,- í stuðli í sambandi við Vestanstevnuna. 
Helena Heðinsdóttir Guttesen luttók ikki í viðgerðini. 

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
28. mai 2025
Bygdaráðsfundur
30. apríl 2025
Bygdaráðsfundur
26. mars 2025