Bygdaráðsfundur
25. februar 2026

Samandráttur av bygdaráðsfundi.

25.02.2026 kl.17:00 – 19:30

Fundarstaður: Fundarhøli

 

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jón Joensen 
  • Hans Kári Hansen 
  • Elsebeth Tausen 
  • Tóki Joensen 
  • Helena Heðinsdóttir Guttesen 
  • Jóhan á Ørg 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

Vísandi til grein 18, stk. 2, í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri hevur Elias Davidsen, boðað frá, at honum barst frá at møta á fundinum. Tiltakslimur Elsebeth Tausen fekk fundarboð og játtaði at møta.

1 mál fyri aftirlatnum hurðum.

 

 

Mál nr. 09/2026

J.nr. 211-3-2026

2. viðgerð av eykajáttan

Tilmæli 27.01.26: Í sambandi við projektering av matr. nr. 62h, mælir Fíggjarnevndin til at játta eina eykajáttan á kr. 1.500.000,- til konto 6.22.11.380 Byggibúning bústaðir.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti á fundi hin 28.01.26 at gera útbjóðingartilf. og at bjóða arbeiðið út.

Somuleiðis samtykti bygdaráðið at játta eina eykajáttan á kr. 1.5000.000,- til konto 6.22.11.380 Byggibúning bústaðir.

Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Avgerð: Samtykt við 2. viðgerð

 

 

Mál nr. 10/2026

J.nr. 548-11-2021

Uppskot til smærri leiguøkir á vinnuøkinum á Hálsi

Málslýsing: Uppskot til smærri leiguøkir á Hálsi í Sørvági.

Tilmæli 18.02.26: Vinnunevndin mælir til, at partur av stykki nr. 10 uml. 600m2 verður brúkt til básar til útleigan, vísandi til uppskot frá tekniska leiðaranum.

Mælt verður somuleiðis til, at stykki nr. 17 verður sett alment til sølu og at stykki 18 verður til nýtslu hjá kommununi og møguliga útleigan.

Tilmæli 19.02.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

Fíggjarnevndin mælir til at gjaldið fyri at leiga eitt økið frá kommununi verður sett til kr. 100,00 pr. m2 um árið.

Kommunan ger økið klárt til útleigan og umsitingin tekur sær av tí.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 12/2026

J.nr.323-4-2026

Umsókn um fíggjarligan stuðul til dokumentarfilmin “Hatta tosa vit ikki um”

Málslýsing: Umsókn um fíggjarligan stuðul til dokumentarfilmin “ Hatta tosa vit ikki um”

Tilmæli 19.02.26: Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.

Tilmæli 19.02.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13/2026

J.nr.219-14-2026

Umsókn um fíggjarligan stuðul til keyp av bingju.

Málslýsing: Felagið Handalag í Vágum søkir um fíggjarligan stuðul til keyp av bingju.

Tilmæli 19.02.26: Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.

Tilmæli 19.02.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 14/2026

J.nr. 549-4-2026

Umsókn um at flyta ognina hjá Sp/f LG7 til Sp/f Sitra

Málslýsing: Umsókn frá Sp/f LG7 um loyvi at flyta matr. 422ah til Sp/f Sitra

Tilmæli 19.02.26: Fíggjarnevndin mælir til at Sp/f LG7 kann flyta grundøkið matr. nr. 422ah til Sp/f Sitra.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 15/2026

J.nr. 546-36-2025

Avtala viðv. umvæling av træbryggjuni

Málslýsing: Avtala við Sp/f Beinir um umvæling av træbryggjuni.

Tilmæli 19.02.26: Havnarnevndin mælir til at taka av tilboði frá Sp/f Beinir uppá kr. 297.267,46 til umvæling av træbryggjuni.

Tilmæli 19.02.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 16/2026 J.nr.

215-3-2026

Broyting av leigusáttmálanum viðv. bygningi á matr. 355 á havnarøkinum

Málslýsing: Broyting av leigusáttmálanum viðv. bygningi á matr. 355 á havnarøkinum.

Tilmæli 19.02.26: Havnarnevndin mælir til at broyta navnið á leigusáttm. viðv. matr. 355 frá Hervør Niclasen til Sp/f Vestmek.

Havnarnevndin mælir til at áramáli ikki verður longt tvs. at sáttmálin verður galdandi til 31.12.2030

Tilmæli 19.02.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini um at Sp/f Vestmek yvirtekur leigusáttm. á matr. 355 við somu rættindum sum undanfarni leigari.

 

 

 

Mál nr. 17/2026

J.nr. 549-2-2026

Fyrispurningur viðv. neystagrund á matr. nr. 57a í Sørvági

Málslýsing: Fyrispurningur frá Georg Haraldsen, viðv.neystagrund á matr. nr. 57a í Sørvági.

Tilmæli 18.02.26: Vinnunevndin mælir til at Fíggjarnevndin kemur við einum tilmæli um keyp av matr. nr. 57a ( frílendi) í bátahylinum.

Tilmæli 19.02.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini, og mælir til at keypa matr. nr. 57a fyri kostprís.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 19/2026

J.nr. 542-108-2025

Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. 119ah í Sørvági.

Málslýsing: Eigarin av matr. 119ah í Sørvági, søkir um byggiloyvi til bilhús.

Tilmælið frá tekniska leiðaranum:

Av tí at serstaka byggisamtyktin ikki loyvir tí, verður mælt til ikki at ganga umsóknini á møti, um tekniska nevnd mælir til at ganga umsóknini á møti verður neyðugt at broyta serstøku byggisamtyktina, áðrenn umsóknin verður gingin á møti. Tilmæli 17.02.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, tvs. at loyvi verður ikki givið at byggja útum byggifeltið, víst verður til serstøku byggisamtyktina fyri økið.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 21/2026

J.nr. 541-3-2026

Umsókn um sundurbýti av matr. 62h í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um sundurbýti av matr. 62h í Sørvági, vísandi til tekning dagf.17/2-26

Umframt vegir verður biðið um, at frábýta uml. 1.590 fermetrar og uml. 1.674 fermetrar í sambandi við bygging av 14 íbúðum.

Sørvágs kommuna er ánari av matr. 62h

Tilmæli 17.02.26: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. 62h í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd við smærri broytingum.

Samstundis skulu grundøkini eystanfyri og vestanfyri matr.nr. 62a sundurbýtast til grundøkir.

 

 

 

Mál nr. 22/2026

J.nr. 541-5-2026

Fyrispurningur í samb. við grundøkir í Bø

Málslýsing: Fyrispurningur frá Tóki Joensen í samb. við grundøkir í Bø.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti, at tekniski leiðarin saman við Vinnunevndini kannar møguleikarnar fyri eini útstykking í Bø.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
28. januar 2026
Bygdaráðsfundur
26. november 2025
Bygdaráðsfundur
29. oktober 2025