Samandráttur av bygdaráðsfundi.
Bygdaráðsfundur: 26.11.2025 kl.17:00 – kl.18:20
Fundarstaður: Fundarhøli
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Jón Joensen
- Hans Kári Hansen
- Elsebeth Tausen
- Helena H.Guttesen
- Jóhan á Ørg
Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari
Vísandi til grein 18, stk. 2, í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri hava Elias Davidsen og Hugin Skaalum boðað frá, at teir ikki kunnu møta á fundinum. Tiltakslimir Elsebeth Tausen fyri Elias Davidsen og Jóhan á Ørg fyri Hugin Skaalum hava fingið fundarboð og játtaðu at møta.
Mál nr. 86/2025
J.nr. 219-83-2025
Fjarlestur í námsfrøði til hjálparfólk í Alvalon
Málslýsing: Fjarlestur í námsfrøði til hjálparfólk í Alvalon.
Tilmæli: 15.10.25: Málið útsett.
Tilmæli: 12.11.25: Trivnaðarnevndin mælir frá at bjóða netútbúgving í námsfrøði til hjálparfólk í kommununi.
Vit meta at slík útbúgving eigur at verða bjóðað út í Føroyum.
Tilmæli 19.11.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 87/2025
J.nr. 323-28-2025
Umsókn um stuðul fyri árið 2025 - Undirhúsið
Málslýsing: Umsókn frá Undirhúsinum um peningaligan stuðul fyri 2025
Søkt verður um stuðul uppá kr. 15.000,00
Tilmæli 12.11.25: : Trivnaðarnevndin mælir til at játta stuðul uppá kr. 15.000,00 til Undirhúsið.
Peningurin verður goldin móti skjalprógvaðum útreiðslum.
Tilmæli 19.11.25: Fíggjarnevndini tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 88/2025
J.nr. 219-79-2025
Umsókn um stuðul til “Jól í Bø“ 2025
Málslýsing: Søkt verður um kr. 30.000,00 í stuðli til “ Jól í Bø “ 2025
Tilmæli 12.11.25: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla tiltakið “ Jól í Bø “ við kr. 25.000,00
Stuðulin verður útgoldin móti skjalprógvaðum útreiðslum.
Tilmæli 19.11.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 89/2025
J.nr. 215-6-2021
Leigutraðir á matr. nr. 272a í Sørvági
Málslýsing: Leigutraðir á matr. 272a í Sørvági.
Tilmæli 17.10.25: Tekniska nevnd mælir til, at matr. 272a sum hevur verið útlagt til leigutraðir, verður broytt soleiðis, at ikki ber til at leiga økir á matr. 272a til traðir. Tað er onki í vegin fyri, at lata stykkir til at velta í o.a. eftir ávísing frá kommununi.
Tekniska nevnd mælir til, at matr. 272a sum hevur verið útlagt til leigutraðir, verður broytt soleiðis, at ikki ber til at leiga økir á matr. 272a til traðir. Tað er onki í vegin, at lata stykkir til at velta í o.a. eftir ávísing frá kommununi.
Tilmæli 19.11.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Tenisku nevnd.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Teknisku- og Fíggjarnevndini.
Mál nr . 91/2025
J.nr. 542-108-2025
Søla og byggiloyvi viðv. matr. nr. 119ah í Sørvági
Málslýsing: Umsókn um at keypa og byggiloyvi til sethús á matr. 119ah í Sørvági
Tilmæli frá tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og serstøku byggisamtyktini (B3)
Tilmæli 26.11.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinumn frá tekniska leiðaranum um at játta byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119ah á Middagsvarða í Sørvági.
Tilmæli 19.11.25: Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 119ah til Jón Edvardsson samb. vanligum treytum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjar- og Teknisku nevnd.
Mál nr. 92/2025
J.nr. 215-23-2025
Íbúðir á matr. 62h í Sørvági
Málslýsing: Íbúðir á matr. 62h í Sørvági
Tilmæli 17.11.25: Tekniska nevnd mælir til, at Sp/f Á Trøðni fær loyvi at ogna sær størri lendi, soleiðis at teir hava møguleika at byggja 7 íbúðir aftrat á matr. 62h
Hesar verða bygdar omanfyri vegin, sum verður gjørdur.
Tilmæli 19.11.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 94/2025
J.nr. 547-15-2025
Umsókn um sundurbýti av matr. 422b
Málslýsing: Søkt verður um sundurbýti av matr. 422b til samanlegging við matr. 427a í Sørvági.
Samb. treytað skeyti verður søkt um at 65.935 m2 verða býttir frá matr. 422b Norðurtriðingur, Sunnari partur (Vørufelli) til samanlegging við matr. 427a P/f Vága Floghavn.
Tilmæli 17.11.25: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 422b í Sørvági. Samb. treytað skeyti verður søkt um at 65.935 m2 verða býttir frá matr. 422b Norðurtriðingur, Sunnari partur (Vørufelli) til samanlegging við matr. 427a - P/f Vága Floghavn.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 95//2025
J.nr. 548-23-2025
Umsókn um samanlegging av matr. 422i og 422u í Sørvági.
Málslýsing: Umsókn um samanlegging av matr. nr. 422i (1309 m2) og 422u (1002 m2) í Sørvági
Tilmæli 17.11.25: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina frá Eur Express um samanlegging av matr. nr. 422i og 422u í Sørvági.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 97/2025
J.nr. 541-90-2025
Bústaðarskylda
Málslýsing: Bústaðarskylda
Fíggjarnevndin mælir til at kommunan ásetur bústaðarskyldu samb. Løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai. 2025 um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir.
Avgerð:Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Mál nr. 98/2025
J.nr. 102-9-2025
Ásetan av bygdaráðsfundum fyi 2026
Ásetan av bygdaráðsfundum fyi 2025
Bygdaráðið hevur ásett føstu bygdaráðfundirnar fyri 2026.
Fundirnir verða kl. 17:00 í fundarhølinum á kommunusskrivstovuni niðanfyri nevndu dagar.
Mikukvøldið 28. januar
Mikukvøldið 25. februar
Mikukvøldið 25. mars
Mikukvøldið 29. apríl
Mikukvøldið 27. mai
Mikukvøldið 24. juni
Mikukvøldið 02. september
Mikukvøldið 30. september
Mikukvøldið 28. oktober
Mikukvøldið 25. november
Mál nr. 84/2025
J.nr. 211-23-2025
2. viðgerð av eykajáttan
Tilmæli 29.10.25: Fíggjarnevndin mælir til omanfyri nevndu eykajáttan.
Avgerð 29.10.25: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Avgerð: Samtykt við 2.viðgerð.
Mál nr. 85/2025
J.nr. 211-22-2025
Fíggjarætlanin fyri 2026
Fíggjarætlanin hjá Sørvágs kommunu fyri 2026
Inntøkur: kr. 85.692.000
Útreiðslur: kr. 73.433.000
Avdráttir: kr. 3.541.000
Íløgur: kr. 17.891.000
Hall: kr. 9.225.824 sum verður fíggjað við lántøku.
Skattaprosent: 21
Barnafrádráttur: kr. 7.500,00
Avgerð: Samtykt.
