Bygdaráðsfundur: 25.03.2026 kl.17:00 – 17:40
Fundarstaður: Fundarhøli
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Jón Joensen
- Hans Kári Hansen
- Elias Davidsen
- Tóki Joensen
- Helena Heðinsdóttir Guttesen
- Hugin Skaalum
Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari
Mál nr. 23/26
J.nr.215-3-2026
Broyting av leigusáttmálanum viðv. bygningi á matr. 355 á havnarøkinum
Málslýsing: Umsókn um broyting av leigusáttmálanum viðv. bygningi á matr. 355 á havnarøkinum.
Tilmæli 11. mars 26: Havnarnevndin mælir til at leigusáttmáli viðv. bygningi á matr. 355 á havnarøkinum verður longdur við 10 árum.
Tvs. at sáttmálin verður longdur til 31.12.2036
Tilmæli 19.03.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 24/2026
J.nr. 542-111-2025
Útbygging á matr. 394b í Sørvági
Málslýsing: Søkt verður um byggiloyvi til útbygging á matr. 394b í Sørvági.
Tilmæli frá tekniska leiðaranum:
Vísandi til at bygt verður meira enn nettonýtingarstigið loyvir, verður mælt til at geva loyvi vísandi til grein 9 Undantaksloyvi í byggisamtyktini.
Tekniski leiðarin mælir til, at geva byggiloyvi vísandi til umsókn og tekningar. Allar grannahoyringar eru framdar, og brunaviðurskiftini eru samb. BK17
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.
Tilmæli 17.03.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum um at geva loyvi til útbygging av sethúsum á matr. nr. 394b í Sørvági.
Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum sum er: Eyð Ellingsgaard, Tóki Joensen, Hans Kári Hansen, Jón Joensen, Elias Davidsen og Helena H. Guttesen taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Minnilutin, Hugin Skaalum, tók ikki undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd. Hugin Skaalum metir ikki at ásetingin um frávik í byggismtyktini fevnir um so stóra broyting í nettonýtingarstigum, sum er 0,15 stig enn ásett í byggisamtyktini.
Mál nr. 25/2026
J.nr. 542-108-2025
Keyp av matr. nr. 119ah og søla av matr. nr. 119ag
Málslýsing: Kommunan hevur fingið fráboðan frá Sp/f Vágasmíð og Jón Edvardsson um, at Jón Edvardsson selur matr. nr. 119ah aftur til kommununa og ístaðin keypir matr. nr. 119ag frá kommununi.
Tilmæli 19.03.26: Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 119ah aftur frá Jón Edvardsson, og somuleiðis at selja matr. nr. 119ag til Jón Edvardsson samb. vanligum treytum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini við tí treyt, at matr.119ah verður selt aftur til kommununa í sama standi sum tá Jón keypti stykkið.
Mál nr. 26/2026
J.nr. 542-108-2025
Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 119ag í Sørvági.
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 119ag í Sørvági
Tilmæli frá tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi til sethús á matr.nr.119ag samb. umsókn og tekningum, samstundis verður byggiloyvið sum varð givið 26.11.2025 á matr.nr.119ah afturkallað. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og serstøku byggisamtyktini (B3) økið.
Tilmæli 17.03.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum um at játta byggiloyvið til sethús á matr. nr. 119ag á Middagsvarða í Sørvági.
Samstundis mælir tekniska nevnd til at selja Jón Edvardsson matr. 119ag á Middagsvarða.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 27/2026
J.nr.323-5-2026
Umsókn um stuðul til Sørvágsleguna 2026
Málslýsing: Søkt verður um stuðul til Sørvágsleguna sum verður í døgunum 8. - 10. mai 2026
Tilmæli 11.03.26: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágsleguna 2026 við kr. 15.000,00
Tilmæli 19.03.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 28/2026
J.nr. 211-4-2026
1. viðgerð av eykajáttan til konto 6.30.41.380
Málslýsing: 1. viðgerð av eykajáttan til konto 6.30.41.380 íløga kloakk.
Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 500.000,00 til konto 6.30.41.380 Í kloakk.
Peningurin verður at taka av tøkum peningi.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Mál nr. 29/2026
J.nr. 541-12-2026
Tilboð uppá útstykking til íbúðir á Mýrum
Málslýsing: Tilboð uppá útstykking/ útgrevstur til íbúðir uppi á Mýrum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka av tilboðnum frá K.J.O Entprenørar á kr. 668.300,00
Peningurin verður at taka av konto 6.22.11.380 Byggibúning
Mál nr. 30/2026
J.nr. 651-2-2026
Økið til Kanjon at seta búeindir á vinnuøkið nr. 18, galdandi í byggitíðini uppá ítróttarhøllina
Málslýsing: Viðvíkjandi fyrispurningi frá Kanjon á síðsta byggifundi.
Bygginevndin mælir til at geva Kanjon 200 m2 at seta búeindir á vinnuøkið nr. 18, sum Sørvágs kommuna er ánari av.
Hendan avtalan er galdandi í byggitíðini uppá ítróttarhøllina í Sørvági. Tá høllin er liðug, skal Kanjon rudda alt av økinum.
Avgerð: Einmælt samtykt.