Bygdaráðsfundur
28. mai 2025

Samandráttur av bygdaráðsfundi.

Bygdaráðsfundur: 28.05.2025 kl.1700 – 1820

Fundarstaður: Fundarhøli

 

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jón Joensen 
  • Hans Kári Hansen 
  • Elias Davidsen 
  • Tóki Joensen 
  • Helena H. Guttesen 
  • Hugin Skaalum 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

Mál nr. 31/2025

J.nr. 211-15-2025

Ársroknskapurin hjá Sørvágs kommunu fyri 2024

Málslýsing: Ársroknskapurin hjá Sørvágs kommunu fyri 2024.

Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina vóru:

 

 

Tilmæli 28.05.25: Fíggjarnevndin mælir bygdaráðnum til at góðkenna ársroknskapin hjá Sørvágs

kommunu fyri 2024.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at góðkenna ársroknskapin fyri 2024

 

 

Mál nr. 32/2025

J.nr.541-43-2025

Umsókn um keyp av lendi burturav vegi matr. k í Sørvági.

Málslýsing: Umsókn um keyp av lendi frá kommununi. Talan er um at keypa uml. 18 fermetrar burturav vegi k í Sørvági.

Til teknisku nevnd. Kári Mikkelsen hevur við skrivi dagf. 26.04.2025 umsókn um at keypa lendi vísandi til kort.

Talan er um part av vegnum í Gerðinum 10 í Sørvági. Vegurin førir yvir til ein geira matr.170i og seinni geilina matr.I sum er ávegis til matr.161b sum er økið kommunan ætlar at útstykkja til sethús ella annað.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Mælt verður til, at boða umsøkjaranum frá, at kommunan ikki gongur umsóknini á møti, tí at kommunan hevur ætlanir í økinum, sum kunnu ávirka málið.

Tilmæli 19.05.25: Tekniska nevnd mælir til at játta umsóknina frá Kára Mikkelsen.

Umsøkjarin ber kostnaðin.

Tilmæli 28.05.25: Fíggjarnevndin mælir til, at eigarin av matr. nr. 170d fær brúksrætt til teir 18m2 av matr. nr. k, so leingi kommunan ikki hevur aðrar ætlanir við økinum.

Avgerð: Bygdaráðið mælir til at eigarin av matr. nr. 170d fær loyvið til at gera innkoyring vestanfyri sethúsini.

 

 

Mál nr. 33/2025

J.nr. 109-22-2025

Treytir viðv. sølu av grundøkjum á Vinnuøkinum.

Málslýsing: Góðkenning av treytum í ognarbrøvum á Vinnuøkinum í sambandi við sølu.

Niðanfyri er avrit av ognarbrævi í sambandi við sølu av grundøkjum á Vinnuøkinum í Sørvági.

OGNARBRÆV í samband við sølu

Við hesum skjali selur, skeytar og endaliga avhendar Sørvágs kommuna, Varðagøta 8, 380 Sørvágur A: tal. 336823 til ognina matr. nr.

Matr. nr. ....., er eitt ..... m2 stórt grundstykki

Stykkið verður selt við hesum treytum:

1) Keypspeningurin fyri grundstykkið er tilsamans kr. ………. krónur goldnar kontant av keyparanum í samband við undirskrivingina av hesum ognarbrævi

2) Felagið, sum virkar á grundøkinum skal vera skrásett í Sørvágs kommunu

Fyri bygging og nýtslu av stykkinum galda reglurnar í Almennu byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

3) Áðrenn 2 ár frá tí at ognarbrævið er tinglýst, skal bygningur verða bygdur á stykkinum.

Er hettar ikki gjørt, hevur seljarin rætt til at krevja stykkið aftur, móti at rinda keyparanum keypspeningin aftur uttan rentu.

Krevur seljarin stykkið aftur av hesi orsøk, og keyparin hevur byrjað bygging, kann hann fáa prógvaðar útreiðslur endurgoldnar í tann mun, tað gjørda arbeiðið kemur øðrum keypara av stykkinum til góðar.

4) Keyparin hevur ikki loyvi til at selja stykkið víðari, fyrr enn bygningur, ið lýkur treytirnar fyri at fáa byggiváttan, er bygdur á stykkinum.

Viðvíkjandi servututtum verður víst til tingbókina.

5) Tað skal altíð vera loyvt at leggja neyðugar leiðingar til kloakk, vatn, ravmagn, telefon o.a. gjøgnum vinnustykkið ímóti, at tað verður gjørt aftur í sama stand, sum tað hevði frammanundan

6) Um Sørvágs kommuna metir tað neyðugt, kann hon krevja at girðing verður gjørd rundan um matr. nr........ um hetta ikki verður gjørt, tilskilar kommunan sær rætt til, at hetta verður gjørt fyri eigarans rokning.

7) Tað er ikki loyvt at seta bilar á almennan veg, og átekur eigarin sær tí á egnum vinnustykki at gera tey neyðugu bilplássini til virkið og til starvs- og viðskiftafólk.

Eigarin ella brúkarin av ognini hevur skyldu til at reka virksemið á ognini soleiðis, at tað ikki við royki, gangi, deymi ella útsjónd síni ella á annan hátt verður til ampa fyri grannar ella misprýðir vinnuøkið sum heild.

8) Keyparin rindar fyri tinglýsing av ognarbrævinum.

9) Ásetingarnar í pkt. 2), 3), 4) og 5, verða at tinglýsa sum servituttbindandi á ognina.

Átalurætt hevur Sørvágs kommuna.

Við mínari/okkara undirskrift vátta eg vegna felag/løgfrøðiliga persón við trú og heiður, og undir revsiábyrgd sambært § 161 í revsilógini, at felagið/ løgfrøðiligi persónurin lýkur eina av treytum í løgtingslóg nr. 158 frá 10. desember 2021 fyri at kunna keypa ella á annan hátt ogna mær/okkum fastogn uttan loyvi rá landsstýrismanninum, við tað:

o At felagið/løgfrøðiligi persónurin hevur høvuðssæti í Føroyum

o At fastognin er ognað sambært § 3 í løgtingslógini.

Tilmæli 20.05.25: Vinnunevndin mælir til at niðanfyri nevndu broytingar verða gjørdar í ognarbrævinumn fyri vinnuøkið:

Í sambandi við nýtsluna á vinnuøkinum, kann Sørvágs kommuna um hon metir tað vera neyðug:

8) krevja at girðing verður gjørd rundan um ognina, um hetta ikki verður gjørt, tilskilar kommunan sær rætt til, at hetta verður gjørt fyri eigarans rokning.

9)Tað er ikki loyvt at seta bilar á almennan veg, og átekur eigarin sær tí á egnum vinnustykki at gera tey neyðugu bilplássini til virkið og til starvs- og viðskiftafólk.

Eigarin ella brúkarin av ognini hevur skyldu til at reka virksemið á ognini soleiðis, at tað ikki við royki, gangi, deymi ella útsjónd síni ella á annan hátt verður til ampa fyri grannar ella misprýðir vinnuøkið sum heild.

Tilmæli 28.05.25: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini við tí broyting at stk. 2. skal standa at felagið skal vera heimahoyrandi í Sørvágs kommunu

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 34/2025

J.nr. 541-48-2025

Broyting av byggisamtyktini fyri flogvallarøkið.

Broyting-byggisamtykt1.pdf

Broyting-byggisamtykt2.pdf

Málslýsing: Broyting av byggisamtyktini fyri flogvallarøkið.

Leingjan av flogbreyt, menning og víðkan av tænastuøki og farstøð eru nakrar av fortreytunum fyri, at vøksturin í flogferðsluni kann handfarast. Flogbreytin varð longd úr 1250 m til 1799 m í 2011 - sum merkti, at størri flogfør kunnu lenda har – og í 2014 varð nýggjur tænastubygningur og farstøð bygt, tøknilig menning er javnan farin fram og í 2016 vórðu fleiri parkeringspláss gjørd.

Sum tann einasti flogvøllur í Føroyum, hevur hann alstóran leiklut bæði fyri íbúgvar her á landi og í altjóða høpi. Fyri Sørvágs kommunu - har nevndi flogvøllur er staðsettur - so er tað eitt av eyðkennunum og lívlínunum í bygdini. Sørvingar eru ernir av at hava flogvøllin í sínari kommunu, og kommunan ynskir eftir førleikum at veita bestu karmar fyri framhaldandi at hava góða og virkna flogferðslu á verandi øki.

Nakrar beinleiðis ágóðar fyri staðseting av flogvølli í kommununi eru millum annað at fólk staðseta seg í Sørvági, nevniliga tí flogvøllur er tætt við, samstundis sum fleiri arbeiðspláss eru til íbúgvarnar. Mál og visjónir, sum bygdaráðini gjøgnum tíðina hava havt, hava altíð tikið atlit at flogvøllinum, tí hann er ein ímynd av bygdini. Umrødda broyting í byggisamtykt við flogvallarøkið er í tráð við kommunalar raðfestingar – at betra um ferðslumøguleikar hjá føroyingum, styrkja lokala arbeiðsmegina, og stuðla undir einari økismenning fyri allar Føroyar.

Lendið er lagt av til flogferðsluvirksemi, bæði nú og í sambandi við framtíðarætlan og -bygging, og tað er býarskipanarliga skynsamt at víðka og menna økið.

Vága Floghavn hevur javnan tætt samband við almennar myndugleikar um menning av økinum, harav Sørvágs kommunu, sum í stóran mun varðar av lendinum í nærumhvørvinum. Eisini í hesum førinum, har næsta fet hjá Vága Floghavn er, at víðka um flogvallarøkið eystanfyri verandi flogvøll. Talan er um broyting av byggisamt frá landbúnaðarøki til flogvallarøki.

Aðrar treytir til frama fyri verksetan av ætlanunum hjá Vága Floghavn eru longu loknar. Friðingarmyndugleikar hava góðkent bygging uttangarðs og Landsverk íbinding í landsveg. Keypsavtala er útvegað, men skeyti er ikki undirskrivað, orsakað av, at byggisamtyktin í verandi líki ikki loyvir flogvallarvirksemi á økinum.

Tilmæli:

Vinnunevndin mælir til, at byggisamtyktin fyri økið eystanfyri verandi flogvøll, sum víst á korti, lutvíst matr. nr. 427a, lutvíst matr. nr. 423c og lutvíst matr. nr. 422b, verður broytt frá K landbúnaðarøki til L floghavnarøki við tí endamáli at tryggja skynsama framtíðarmenning og býarskipan.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 35/2025

J.nr. 1.

viðgerð av eykajáttan

Málslýsing: 1. viðgerð av eykajáttan til matr. nr. 368 í Sørvági.

1 mió. til konto 5.24.62.381 Ítróttarannlegg L av konto 4.23.22.381 Fólkaskúlin L

Tilmæli 28.05.25: Fíggjarnevndin mælir til at játta omanfyri nevndu eykajáttan.

Eykajáttan hevur ikki meirkostnað við sær

Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum Eyð Ellingsgaard, Helena H. Guttesen, Jón Joensen, Hans Kári

Hansen, Elias Davidsen og Tóki Joensen taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini

Minnilutin Hugin Skaalum mælir til at man raðfestir skúlan og fær umvælinginar á skúlanum lidnar.

 

 

Mál nr. 36/2025

J.nr. 541-45-2025

Umsókn um at keypa 1 grundøkið á ídnaðarøkinum – Rent.fo

Málslýsing: Rent.fo søkir um keyp av grundøki á ídnaðarøkinum á Hálsi.

Tilmæli 28.05.25: Fíggjarnevndin mælir til at selja Rent.fo grundøkið nr. 5 á ídnaðarøkinum samb. vanligum treytum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 37/2025

J.nr.

Lántøka

Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til, at umsitingin kannar møguleikarnar til lántøku til eina høll

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Fíggjarnevndini

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
30. apríl 2025
Bygdaráðsfundur
26. mars 2025
Bygdaráðsfundur
26. februar 2025