Bygdaráðsfundur
25. september 2024

Bygdaráðsfundur: 25.09.24 kl.17:00 –  kl. 18:40

Fundarstaður: Fundarhøli

 

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Hugin Skaalum         
  • Jón Joensen
  • Sune Jacobsen
  • Elsebeth Davidsen
  • Jóhan Mikkelsen
  • Jóhan á Ørg

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 96/2024

J.nr. 324-3-2022

Tilmæli um høllina.
 
Málslýsing: Tilmæli frá bygginevndini um høllina.

Niðurstøða:

Borgararnir í kommununi hava í fleiri ár spurt eftir einari høll, uttan at man hevur havt eina ítøkiliga tørvsanalysu, og kostnaðarmeting av høllini. Tað hava verið nógvar gitingar, og serliga upp undir eitt val, so kann man fáa eina høll fyri lítið og lætt. Eftir samtykt frá bygdaráðnum, so hevur bygginevndin gjørt eina ítøkiligt kravlýsing yvir eina høll, og eisini gjørt eina kostnaðarmeting av høllini, sum er lýst oman fyri.

Bygginevndin metur seg at hava gjørt tað arbeiðið sum okkum var álagt, og verður máli tískil beint aftur í bygdaráðið, har støða má takast til hvat meira verður gjørt við máli. Bygginevndin er klár yvir, at Sørvágs kommuna ikki klárar at fíggjar tvær stórar verkætlanir í senn – sáttmáli er undirskrivaður við Articon um at útbyggja Alvalon, sum kemur kostað umleið 24 mió kr, umframt aðra skuld sum ger, at Sørvágs kommuna nærkast einari skuldarálíkning.

Um høllin skal gerast ein veruleiki, so er neyðugt at hetta verður gjørt við einari samskipan, millum privatar íleggjarar, grunnar og Sørvágs kommunu.

Avgerð: Meirlutin sum eru Eyð Ellingsgaard, Hugin Skaalum, Jóhan Mikkelsen, Jóhan á Ørg, Jón Joensen og Elsebeth Tausen taka undir við tilmælinum frá Bygginevndini.

Minnilutin Sune Jacobsen tók ikki undir við tilmælinum.

 

 

Mál nr. 79/2024

J.nr. 544-9-2023

2. viðgerð av eykajáttan í samb. við framhald av kloakkarbeiðinum.     
 Málslýsing: Framhald av kloakkarbeiðinum

Tilmæli 21.08.24: Tekniska nevnd mælir til, at tann lógarbunda skyldan kommunun hevur, at fáa kloakkviðurskiftini upp á pláss heldur fram.

Tilmæli 27.08.24: Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 1.300.000,-  + kr.200.000 til ein hydrofor til konto 6.30.41.381 L Kloakk samb. kostnaðarmeting frá Tekniska leiðaranum. Peningurin verður at taka av konto 06.38.11.381 L. vegir

Avgerð 28.08.24: Bygdaráðið samtykti 1. viðgerð av eykajáttanini

Avgerð 25.09.24: Samtykt við 2. viðgerð

 

 

Mál nr. 92/2024

J.nr. 542-1-2023

Manglar á Dungasandi –  2. viðgerð av eykajáttan.

Málslýsing: Manglar á Dungasandi – 2. viðgerð av eykajáttan

Tilmæli 27.08.2024: Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 1.700.000,- til konto 05.24.62.381 Ítróttarannlegg. Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Avgerð 28.08.24: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Avgerð25.09.24 : Samtykt við 2. viðgerð.

 

 

Mál nr. 97/2024

J.nr.323-20-2024

Umsókn um mentanarstuðul

Málslýsing: Vegna dokumentarfilmsverkætlanina “ Kortslutningen “ søkir Herluf Sørensen um fíggjarligan stuðul á kr. 25.000,00 + frá Sørvágs kommunu.

Tilmæli 17.09.24: Trivnaðarnevndin mælir til at við kr. 10.000,00

Tilmæli 23.09.24: Fíggjarnevndin tekur við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 98/2024

J.nr.323-22-2024

Umsókn um peningaligan stuðul til marknaðardag í Gásadali.

Málslýsing: Umsókn um peninganligan stuðul frá felagnum Gásadalur, til marknaðardag í Gásadali.

Tilmæli 17.09.24: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 20.000,00

Tilmæli 23.09.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar og Fíggjarnevndini. Peningurin verður goldin móti skjalprógvaðum útreiðslum. Jóhan Mikkelsen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

Mál nr. 99/2024

J.nr.324- 5 -2024

Umsókn um peningaligan stuðul til kapping í Íslandi

Málslýsing: Umsókn um peningaligan stuðul til kapping í Íslandi

Tilmæli 23.09.24: Fíggjarnevndin mælir til at stuðla við kr. 6.720,- til  spæliklæðini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini. Peningurin verður goldin móti skjalprógvaðum útreiðslum.

 

 

Mál nr. 100/2024

J.nr. 541-144-2024

Umsókn um sundurbýti av matr. 16a í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 16a í Sørvági. Søkt verður um at matr. nr. 16a letur 1 gyllin í Tindhólmi til matr. nr. 262 í Sørv. Tilmæli 18.09.24:  Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um, at 1 gyllin í Tindhólmi verður fluttur frá matr. 16a til matr. 262 í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

    

 

Mál nr. 101/2024

J.nr.542-3222024

Umsókn um byggiloyvi til hjall á matr. 386e í Sørvági.

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 386e søkir um byggiloyvi til hjall

Avgerð 18.09.24: Tekniska nevnd mælir til, at geva byggiloyvi til hjall, vísandi til umsókn og tekning dagfest 11.09.24

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 102/2024

J.nr.

Fyribils byggiloyvi til Sjósavnið      

Málslýsing: Fyribils byggiloyvi til Sjósavnið

Tilmæli frá Tekniska leiðaranum:

Mælt verður til at viðgerða umsóknina sum eitt “treytað byggiloyvi” sum viðgerð støddina og staðsetingina á bygninginum í mun til byggisamtyktina.
Av tí at bygningurin er fluttur nakað, verður mælt til at viðgerða staðsetingina við atlitið til nýggju staðetingina, og at brúka grein. 18 stk.5 í byggisamtyktini og gera eina byggiætlan sum skal góðkennast í bygdaráðnum, og út frá hesum viðgerða tað sum “trreytað byggiloyvi”.

Tá allar tekningar eru tøkar skal endaliga byggiloyvi leggjast fyri bygdaráðið.

Tilmæli 18.09.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum og mælir til, at umsitingin skjótast tilber útvegar eina  byggiætlan fyri økið.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 103/2024

J.nr. 542-5-2019

Eftirlit við útbygging av Alvalon

Málslýsing: Eftirlit við útbygging av Alvalon

Tilmæli 18.09.24: Bygginevndin mælir til, at samskifti í byggitíðini verður gjørd umvegis tekniska leiðaran, har tekniski leiðarin setir seg í samband við Mynda og ger avtalu við teir.

Avgerð: Meirlutin tekur undir við tilmælinum frá bygginevndini.

 

 

Mál nr. 104/2024

J.nr. 546-2-2021

Prís á lendinum í samb. við ognartøka av fjørulendi

Avgerð: Málið tikið av skrá.

 

 

 

 

Mál nr. 105/2024

J.nr.548-6-2024

Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 366a, 366c, 395e og vegur litra a í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um marknaumskipan millum matr. 366a, 366c, 395e og vegur litra a í Sørvági

Søkt verður um, at marknumskipanin verður sum niðanfyri tilskilað:

                     Matr. nr. 366a letur uml. 247,6 m2 til matr.nr. 366c

                     Matr. nr. 366c letur uml. 26,67 m2 til veg litra a

                     Matr. nr. 395e letur uml. 68,78 m2 til  veg litra a

Tilmæli 18.09.24: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipan millum matr. 366a, 366c, 395e og veg litra a         

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 106/2024

J.nr.541-157-2024

Umsókn um marknaumskipan millum matr. 416 og part av matr. 417 í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 416 og part 417 í Sørvági.

Tilmæli 18.09.24:  Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipan millllum matr. nr. 416 og part av 417 í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 107/2024

J.nr. 541-8-2021

Broytan av byggisamtyktini í Bø.

Málslýsing: Broyting av byggisamtyktini  í Bø, galdandi fyri matr. 36i og matr. 67

Tilmæli 25.09.24:
Vinnunevndin mælir til at at matr. nr. 36i verður broyttur frá K landbúnaður til C1 vinnuendamál og at matr. nr. 67 verður broyttur frá I Hjallar, úthús v.m. til B sethús.

Avgerð:  Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

 

Mál nr. 108/2024

J.nr. 542-321-2024

Umsókn um byggil. til umbygging av sethúsi á matr. nr. 159 í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi  til umbygging av sethúsi á matr. 159 í Sørvági.

Tilmæli frá Tekniska leiðaranum:
Tekninski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi.
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli
og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.

Tilmæli 25.09.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Teknisku leiðaranum um loyvi til útbygging av sethúsum á matr. nr. 159 í Sørvági, vísandi til umsókn og tekningar dagf. 23. September 2024.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 109/2024

J.nr. 244-30-2024

1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2025

Málslýsing: 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2025

Mett skattainntøka: 57.735.135

Mett inntøka frá Dis,Fas: 3.772.000

Mett inntøka eftirl.: 13.338.000

Mett tøkugjald: 800.000

P/F skattur: 4.000.000

 

Tils. 79.645.135

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
28. august 2024
Bygdaráðsfundur
26. juni 2024
Bygdaráðsfundur
31. mai 2024