Bygdaráðsfundur
26. juni 2024

Samandráttur av bygdaráðsfundi.

 

Bygdaráðsfundur: 26.06.2024 kl.17:00 – 19:00

Fundarstaður: Fundarhøli

 

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Hugin Skaalum 
  • Jón Joensen 
  • Sune Jacobsen 
  • Elsebeth Davidsen 
  • Jóhan Mikkelsen 

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 64/202

J.nr. 324-.9-2022
Eykajáttan til spæliplássið í skúlagarðinum í Sørvágs skúla

Málslýsing: Spælipláss í skúlagarðinum í Sørvágs skúla.

Eftir áheitan hevur kommunan móttikið 2 tilboð frá INNSPARK til spælipláss í Sørvágs skúla.

Tilmæli 18.06.24: Trivnaðarnevndin mælir til at biðja um eykajáttan uppá kr. 600.000.00 til liðugtgerðan av spæliplássi í skúlagarðinum í Sørvágs Skúla.

Tilmæli 20.06.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan upp á kr. 600.000,- til konto 4.23.22.381

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini- og

Fíggjarnevndini treytað av, at skúlagarðurin verður drenaður.

 

 

Mál nr. 65/2024

J.nr. 431-6-2024
Tilboð uppá reiggjur til Alvalon

Málslýsing: Tilboð uppá reiggjur til Alvalon.

Tilmæli 18.06.24: Fíggjarnevndin mælir til at játta pening til endamálið.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 66/2024

J.nr.211-3-2024
Fíggjarætlan fyri 2025 hjá Sørvágs bókasavni

Málslýsing: Fíggjarætlan fyri 2025 hjá Sørvágs bókasavni.

Tilmæli 18.06.24: Trivnaðarnevndin mælir til at góðkenna fíggjarætlanina fyri 2025, hjá Sørvágs bókasavni.

Tilmæli 20.06.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 68/2024

J.nr. 219-13-2024
Stuðul til Krígssavnið í sambandi við útbygging.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 



Mál nr. 69/2024

J.nr. 215-13-2024
Umsókn um keyp av matr. 390c í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um keyp av matr. nr. 390c í Sørvági

Tilmæli 19.06.24: Tekniska nevnd mælir til, at beina málið í Fíggjarnevndina til støðutakan, sum umsitur sølu/ leigu av ognum.

Tilmæli 20.06.24: Fíggjarnevndin mælir frá at selja, av tí at kommunan ikki hevur nakrar ítøkiligar ætlanir fyri økið.

Um so er at ognir hjá kommununi skulu seljast, so skulu tær lýsast alment til sølu.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 70/2024

J.nr. 215-14-2024
Umsókn um keyp/leigu av matr. 390c í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um keyp/ leigu av matr. 390c, sum er ogn hjá Sørvágs kommunu.

Tilmæli 19.06.24: Tekniska nevnd mælir til at beina málið í Fíggjarnevndina til støðutakan,

Fíggjarnevndin umsitur sølu/ leigu av ognum hjá kommununi.

Tilmæli 20.06.24: Fíggjarnevndin mælir frá at selja/ leiga, av tí at kommunan ikki hevur nakrar ítøkiligar ætlanir fyri økið.

Um so er at ognir hjá kommununi skulu seljast, so skulu tær lýsast alment til sølu.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini

Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini.

 

 

Mál nr. 71/2024

J.nr. 214-2-2024
Lántøka

Tilmæli: Fíggjarnevndin metir at neyðugt er at upptaka eitt lán uppá kr. 12.000.000,00 hettar fyri at tryggja gjaldføri í samb. við íløgurnar á fíggjarætlanini fyri 2024.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at upptaka eitt lán uppá kr. 16.400.000,- sum samsvarar við fíggjarætlanina fyri 2024

 

 

 

Mál nr. 72/2024

J.nr.542-304-2024
Umsókn um byggiloyvi til hjall á matr. nr. 394d í Sørvági

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 394d søkir um byggiloyvi til hjall.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum til teknisku nevnd, viðv. hjalli á matr.nr.394d í Sørvági.

Mælt verður til at játta byggiloyvið.

Tilmæli 19.06.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um loyvi til byggjan av hjalli á matr. nr. 394d í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 73/2024

J.nr.542-302-2024

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. 161c í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. mr. 161c í Sørvági

Tilmæli frá tekniska leiðaranum til teknisku nevnd viðv. garði á matr.nr.161c í Sørvági

Mælt verður til at játta byggiloyvi, vísandi til umsókn og tekning/avtalu við eigaran av matr. 161c

Tilmæli 19.06.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um loyvi til stoypan av garði á matr. 161c í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 74/2024

J.nr. 542-305-2024
Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 289g í Sørvági

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 289g í Sørvági, søkir um byggiloyvi til sethús.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum:

Mælt verður til at játta byggiloyvi.

Tilmæli 19.06.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 289g í Sørvági.

Tekniska nevnd mælir til, at Fíggjarnevndin endurskoðar íbindingargjaldið.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmæli frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 75/2024

J.nr.
Byggiloyvi til sethús á matr. nr. 16b í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 16b í Sørvági.

Tilmæli til teknisku nevnd. matr.nr. 16b í Sørvági.

Mælt verður til at játta byggiloyvi, men tó ikki útskriva loyvi fyrrenn eigaraviðurskiftini eru komin endaliga uppá pláss.

Tilmæli 19.06.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 16b í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 76/2024

J.nr.544-95-2024
Umsókn um endurnýggjan av loyvi til el- turbinu í Stórá í Bø

Málslýsing: Umsókn um endurnýggjan av loyvi til el-turbinu í Stórá í Bø

Tilmæli 19.06.24: Tekniska nevnd mælir til, at endurnýggja loyvi til el-turbinu í Stórá í Bø

Umsitingin skal tryggja sær at allir partar verða hoyrdir og at loyvi verður avmarkað í tvey ár, eins og loyvir til aðra bygging.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 77/2024

J.nr.
Garður framvið matr. nr. 349b í Sørvági

Málslýsing: Skriv viðv.garði framvið matr. nr. 349b í Sørvági

Tilmæli 19.06.24: Tekniska nevnd mælir til, at bygdaráðið tekur støðu hvørjar skyldur kommunan hevur í hesum máli.

Avgerð: Tekniska nevnd saman við umsitingini avgreiðir málið.

 

 

Mál nr. 78/2024

J.nr. 323-3-2023
Sjósavn- og mentanarhús

Niðurstøða ísamb. við avtalu við áhugabólkin um bygging av Sjósavnið við bátahylin. Á síðsta bygdaráðsfundi 27.03.2024 samtykti bygdaráðið, at verða jalig ímóti verkætlanini um Sjósavn við bátahylin.

Bygdaráðslimirnir hava fingið kunning frá áhugafelaganum um verkætlanina.

Bygdaráðið er sinnað at seta 1,7 mill. í verkætlanina, peningurin verður brúktur til útfylling/ kloakk.

Umframt hetta eru vit sinnaði at hjálpa til við gjaldføri uppá, í mesta lagi 2 mill. inntil stuðulin fyri 2026 er tøkur.

Avgerð: Samtykt

 

 

Mál nr.  79/2024 

J.nr.  
Avgreiðsla av byggimálum í summarfrítíðini 
 
Í sambandi við at bygdaráðið nú fer í summarfrí, verður samtykt at heimila Teknisku nevnd saman við umsitingini, at avgreiða byggimál, sum eru innanfyri byggisamtyktina hjá Sørvágs kommunu v.m. í tíðarskeiðnum fram til fyrst komandi bygdaráðsfund. 
 


 
 
Mál nr. 41/2024 

J.nr. 324-1-2024 
Skriv frá Suna Jacobsen 
 
Arena 
Á bygdarráðsfundi 31. januar 2024 samtykti meirilutin í bygdaráðnum at leysgeva 1.5 mió.kr. til eina høll. Undirritaði vildi hava meira at vita um høllina, sum í hesum valskeiðnum byrjaði niðri á Dungasandi, fyri síðani at verða flutt niðan á Norðistovutrøðna. Endaliga staðsetingin er nú sunnan fyri barnagarðin Alvalon. 
Á fundinum helt onkur fyri, at skuldin hjá Sørvágs kommunu var ikki stór. Undirritaði loftaði pástandinum og mælti til, at grannskoðarin hjá kommununi kom inn í viðgerðina og kundi geva sítt íkast til ætlanina,sum er ein risaíløga hjá okkara kommunu, sum ikki fær høvi til aðrar íløgur fleiri ár fram. 
Tá tað ikki fall í góða jørð at biðja grannskoðaran hjá kommununi hyggja eftir tølunum, so fari eg at royna  sjálvur at  gera eina meting av skuld, tá hetta árið 2024 er lokið, bæði við og uttan barnagarð. 
Sambært ársroknskapinum fyri 2022 var nettoskuldin við árslok 2.136.285 kr. Um fíggjarætlanin fyri 2023 fer at halda, so veksur nettoskuldin við 4.727.000 kr., sum er RLÙ hallið, sum vit hava samtykt.Sostatt verður hallið 2.136.285 + 4.720.000 = 6.856.285 kr. 
Í 2024 er samtykta RLÙ hallið 19.485.000 um vit halda okkum til samtyktu fíggjarætlanina. T.v.s. at nettoskuldin við árslok í 2024 verður ( 6.856.285+ 19.485.000)= 26.341.285 kr. Hetta er støðan við 7.000.000 kr til barnagarðin, sum vit hava avsett í ár.  Um barnagraðurin fer at kosta 22 mió kr. skulu (22-7) = 15mió.kr leggjast afturat nettoskuldini. Tá verður hon ( 26.341.285 + 15.000.000) = 41.341.285 kr. Taka vit 10 mió.kr til aðrar íløgur í 2025 er nettoskuldin slakar 52 mió. Kr.  Eg hevði sjálvur ikki farið langt upp um hatta markið uttan so, at peningurin fór til fólkavøkstur ella nýggj arbeiðspláss. 
Avlopið hjá Sørvágs kommunu sær ikki út til at fara at verða meir enn góðar 9 mió kr. árliga, um avdráttir verða goldnir. Hetta er illa nokk meira enn  til vanligt viðlíkahald. Fólkatalið minkar og inntøkan í a-skattii er stagnerað. 
Av einari ella aðrari grund hevur kommunan spurt grannskoðaran um, hvat ein álíkning er við broyttu skipanini, har peningurin til eldraøki verður lagdur afturat. 
Síðani kreppuna í 90-unum hevur skuldini verið roknað  út fra a-inntøkuni. Tær kommunur, sum hava ligið oman fyri  markið ynskja ikki at koma í hesa støðuna aftur. Eg hevði persónliga ikki funnið uppá at fari upp um a-inntøkuna í skuld. Nyggja inntøkumarkið gevur ikki nakrar krónur afturat. 
Vísandi til skriv mítt um  skuldina hjá Sørvágs kommunu er nakað av tíð gingin, áðrenn skrivið varð viðgjørt á bygdaráðsfundi 26.06.2024. 
Tað nýggjasta er, at vit kenna nøkur tøl betur. Nettoskuldin var við árslok í ár 4 mió.kr. Um vit halda fíggjarætlanina fyri 2024, veksur hallið við 20 mió.kr. 
Tann fyrsta úrtreiðslan, sum má setast á fíggjarætlanina, er 23 mió.kr til barnagarðin Alvalon. 
Nú fer nettoskuldin at nærkast einari álíkning, sum er 55 mió.kt eftir gomlu skipanini ,við risafetum. Aðrar fíggjarligar bindingar fyri árið 2025, eru ikki við í hesum yvirlitinum. 
 
Tilmæli 25.03.24 Fíggjarnevndin: Skrivið upplisið 
Avgerð: Málið útsett til komandi bygdaráðsfund 
 
Avgerð: Skrivið gjøgnumgingið 
 
 
 


Mál nr.  

J.nr.  
Afturgjald av barnagarðsgjaldi vegna verkfall 
 
Málslýsing: Afturgjald av barnagarðsgjaldi vegna verkfall. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti, at august verður fríur vegna verkfall 

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
25. september 2024
Bygdaráðsfundur
28. august 2024
Bygdaráðsfundur
31. mai 2024