Bygdaráðsfundur: 28.08.24 kl.17:00 – 20:30
Fundarstaður: Fundarhøli
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Hugin Skaalum
- Jón Joensen
- Sune Jacobsen
- Elsebeth Davidsen
- Jóhan Mikkelsen
- Jóhan á Ørg
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari
Mál nr. 64/202
J.nr. 324-.9-2022
2. viðgerð eykajáttan til spæliplássið í skúlagarðinum í Sørvágs skúla.
Málslýsing: 2. viðgerð eykajáttan til spæliplássið í skúlagarðinum í Sørvágs skúla.
Tilmæli 18.06.24: Trivnaðarnevndin mælir til at biðja um eykajáttan uppá kr. 600.000.00 til liðugtgerðan av spæliplássi í skúlagarðinum í Sørvágs Skúla.
Tilmæli 20.06.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan upp á kr. 600.000,- til konto 4.23.22.381
Peningurin verður veittur í samb. við lántøku.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti 2. viðgerð av eykajáttanini.
Mál nr. 79/2024
J.nr. 544-9-2023
1. viðgerð av eykajáttan í samb. við framhald av kloakkarbeiði
Málslýsing: Framhald av kloakkarbeiði
Tilmæli 21.08.24: Tekniska nevnd mælir til, at tann lógarbunda skyldan kommunun hevur, at fáa kloakkviðurskiftini upp á pláss heldur fram.
Tekniska nevnd mælir til, at umsitingin kemur við eini kostnaðarmeting av, at gera arbeiðið liðugt og at biðið verður um eykajáttan til hetta.
Tilmæli 27.08.24: Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 1.300.000,00 + kr. 200.000 til ein hydrofor konto 6.30.41.381 L Kloakk
Peningurin verður at taka av konto 06.38.11.381 L. Vegir
Avgerð: Bygdaráðið samtykti 1. viðgerð av eykajáttanini
Mál nr. 80/2024
J.nr.
Garður framvið matr. 243e í Sørvági
Málslýsing: Garður framvið matr. 243e í Sørvági.
Tilmæli 21.08.24: Tekniska nevnd mælir til, at hampa verður um sprunguna í garðinum.
Borgarstjórin mælir til at garðurin verður tikin burtur og ein nýggjur garður verður laðaður.
Tilmæli 27.08.24: Fíggjarnevndin mælir til at máli verður lagt fyri bygdaráðið til støðutakan.
Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 81/2024
J.nr.544-18-2023
Rør omanfyri sethúsini matr. 272ac í Sørvági
Málslýsing: Rør omanfyri sethúsini á matr. 272ac í Sørvági
Avgerð: Málið beint aftur í Teknisku nevnd.
Mál nr. 82/2024
J.nr.544-105-2024
Garður/kloakk – smátturnar á matr. 32a í Sørvági
Málslýsing: Garður /kloakk – smátturnar á matr. 32a í Sørvági
Tilmæli 21.08.24: Tekniska nevnd mælir til at kommunan heldur seg til kommunalu skyldurnar at leggja kloakkina.
Kommunan átekur sær ikki at laða garðin.
Tilmæli 27.08.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 83/2024
J.nr. 549-6-2024
Báturin Selvík
Málslýsing: Støðutakan til hvat gerast skal við bátin Selvík.
Tilmæli 21.08.24: Upplýst er frá serfrøðingi, at báturin er í so ringum standi, at vandi er fyri at hann kann gera skaða, tí økið har báturin stendur, verður nógv vitjað av vaksnum og børnum, serliga tá fótbóltdystir eru.
Grundað á omanfyri nevndu upplýsingar í málinum, mælir Tekniska nevnd til, at burturbeina bátin.
Báturin er í sera ringum standi, meira ella minni alt skal gerast av nýggjum um hann skal setast í stand aftur.
Kostnaðarmeting frá serfrøðingi er uml. tkr. 6/800.000
Tilmæli 27.08.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 84/2024
J.nr. 653-1-2022
Oljutangarnir á havnarøkinum
Málslýsing: Støðutakan til um kommunan er áhugað í oljutangunum á havnarøkinum.
Tilmæli 21.08.24: Málið viðv. tangunum bleiv á bygdaráðsfundi beint aftur í Teknisku nevnd, sum hevur viðgjørt málið.
Trivnaðarnevndin hevur viðgjørt málið viðvíkjandi tangunum og er samd um, ikki at yvirtaka tangarnar. Grundin til hetta er, at kommunan hevur aðrar stórar ætlanir fyri framman, og tí verður mett, at tað verður ov kostnaðarmikið fyri kommununa, at gera nakað ítøkiligt við tangarnar.
Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini um at burturbeina tangarnar og mælir til, at heita á Landsverk um at burturbeina tangarnar skjótast tilber.
Av tí at kommunan ongar ætlanir hevur við økinum, mælir tekniska nevnd frá, at keypa økið har tangarnir standa ( matr. nr. 210)
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Teknisku nevnd .
Mál nr. 85/2024
J.nr.542-318-2024
Umbygging á matr. nr. 377a í Sørvági
Málslýsing: Umbygging á matr. nr. 377a í Sørvági
Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekinski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi, og boðað umsøkjaranum frá, at loyvið verður útskrivað tá brunatekning er tøk.
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.
Tilmæli 21.08.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum. Grannaloyvi frá matr. 114b fyriliggur
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 86/2024
J.nr.544-94-2024
Kæra viðv. matr. 187c í Sørvági
Málslýsing: Kæra viðv. matr. nr. 187c í Sørvági.
Tilmæli 21.08.24: Kommunan hevur laðað ein garð sum er millum 0,8 m og 2,13 m frá matr. 187c .
Í sambandi við, at man hevur gjørt gøtuna, hevur man í ongum føri tikið tilfar undan grundini. Sigast skal, at innanfyri laðingina er ein hella sum ger, at tilfarið innan fyri laðingina er stabilt.
Útfrá hesum metir Tekniska nevnd, at økið er tryggjað og ger ikki meira við málið
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 87/2024
J.nr.542-313-2024
Umsókn um loyvi at seta sólfangara á tekjnuna á sethús á matr. 119o í Sørvági
Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 119o í Sørvági, søkir um loyvi at montera sólfangara á tekjuna á sethúsið á matr. 119o í Sørvági.
Tilmæli frá tekniska leiðaranum: TL mælir til at veita byggiloyvi vísandi til umsókn, myndir og tekniska upplýsing.
Tilmæli 21.08.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 88/2024
J.nr.542-5-2019
Umsókn frá Articon um loyvi til útbygging av Alvalon
Málslýsing: Umsókn um loyvi til útbygging av Alvalon
Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekinski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið.
Bygningurin skal ikki verða tikin í nýtslu, fyrrenn bygningurin er brunagóðkendur.
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.
Tilmæli 21.08.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum. Nýtsluloyvið verður ikki givið fyrrenn bygningurin er brunagóðkendur.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 89/2024
J.nr. 548-6-2024
Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 26a og matr. 36e í Bø
Málslýsing: Eigarin av matr. 26a og matr. 36e í Bø, søkir um marknaumskipan millum matr. 26a og matr. 36e í Bø
Søkt verður um, at matr. 26a letur uml. 45m2 til matr. 36e og 36e letur uml. 70m2 til matr. nr. 26a
Tilmæli 21.08.24: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipan millum matr. 26a og matr. nr. 36 e í Bø
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 90/2024
J.nr.541-143-2024
Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 21b í Sørvági
Málslýsing: Eigarin av matr. 21b í Sørvági, søkir um at fáa matrikkulin býttan sundur soleiðis, at sethúsini fáa sítt egnað matr. nr. sum verður uml. 570 m2 (samb. viðlagt kort)
Tilmæli 21.08.24: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. 21b í Sørvági.
Avgerð: Bygdráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd
Mál nr. 91/2024
J.nr. 541-8-2021
Svarskriv frá Umhvørvismálaráðnum viðv. broyting av byggisamtyktini fyri matr. 36i og matr. 16 í Bø
Málslýsing: Svarskriv frá Umhvørvismálaráðnum í sambandi við broyting av byggisamtyktini fyri matr. nr. 36i og matr. 16 í Bø
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at senda viðmerkingar viðv. broyting av byggisamtyktini fyri matr. 36i og matr. 16 í Bø til Umhvørvis/ Innlendismálaráðið
Mál nr. 92/2024
J.nr.
Manglar Dungasand – 1. viðgerð av eykajáttan
Málslýsing: Yvirlit yvir manglar á Dungasandi
Tilmæli 27.08.2024: Fíggjarnevndin mælir til, at játta eina eykajáttan á kr. 1.700.000,- til konto 05.24.62.381 Ítróttarannlegg.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini
Mál nr. 92/2024
J.nr. 548-7-2024
Skriv frá Hugin Skaalum, viðv. sølu av grundøkjum á vinnuøkinum.
Málslýsing: Skriv frá Hugin Skaalum, viðv. sølu av grundøkjum á vinnuøkinum.
Til formannin í Vinnunevndini
Tað er neyðugt at Sørvágs kommuna til eina og hvørja tíð er kappingarfør við granna-kommunurnar, og at vit skapa so góðar vinnuligar karmar sum gjørligt. Ikki tær at siga, so kemur Sørvágs kommuna at ráða yvir meira enn 50.000 fermetrum, sum vit mugu royna fáa avsett til vinnuna. Hyggja vit at granna-kommununi, so verða stykkini seld/leiga fyri eina symbolska upphædd, meðan tey sum keypa grundøki frá Sørvágs kommunu skulu leggja millum hálva til eina millión á borið. Hetta er ein stór upphædd, at kapitalisera í sjálvt grundøki, áðrenn man kann byrja at byggja.
Hyggja vit eftir kai økinum, so kann vinnan har útið sleppa við at rinda eitt lítið árligt leigugjald, og man kann siga at hetta er kappingaravleiðandi, at prísniveau/treytirnar eru so ymiskar. Hyggja vit eftir øðrum kommunum, so sær man, at tær hava eina skipan, har tú hevur møguleika fyri at rinda grundstykki yvir 20 ár.
Eg fari at mæla til, at Sørvágs kommuna letur upp fyri møguleikanum at rinda stykkið beinanvegin, ella at man deilir keyp út yvir 20 ár. Fyri Sørvágs kommunu kemur hetta ikki at hava nakrar fíggjarliga avleiðingar, tí inngjald kemur leypandi inn yvir 20 ár, og at viðkomandi fyritøka møguliga kemur skjótari til at rinda partafelagskatt til kommununa.
Tilmæli 21.08.24: Vinnunevndin mælir til at møguleiki verður at keypa grundøki á vinnuøkinum, sum kann rindast yvir 10 ár.
Aðrar treytir eru teir somu, sum eru galdani fyri bygging í Sørvágs kommunu.
Umsitingin arbeiður víðari við, hvørjar treytir skulu setast.
Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.
Minnilutin er Eyð Ellingsgaard.
Mál nr. 93/2024
J.nr.
Kostnaðarmeting/ umvæling av træbryggjuni
Málslýsing: Kostnaðarmeting/ umvæling av træbryggju.
Tilmæli 27.08.24: Fíggjarnevndin mælir til, at kr. 500.000,- sum eru avsettar til Havnir og lendingar (Løgujáttan) á fíggjarætlanini fyri 2024 verða brúktar til umvælingar á træbryggjuni.
Hetta er arbeiðið verður gjørt av J&K Petersen.
Avgerð: Samtykt