SAMANDRÁTTUR AV BYGDARÁÐSFUNDI
Bygdaráðsfundur: 27.11.24 kl.17:00 – kl. 20:00
Fundarstaður: Fundarhøli
- Hjástødd: Eyð Ellingsgaard
- Hugin Skaalum
- Jón Joensen
- Sune Jacobsen
- Elsebeth Davidsen
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari
Mál nr. 120/2024
J.nr. 211-33-2024
2. viðgerð av Eykajáttan
Mál nr. 121/2024
J.nr. 244-30-2024
2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2025
Málslýsing: 2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2025
Mett skattainntøka við 21% 57.735
Mett inntøka frá Dis,Fas: 3.968
Mett inntøka eftirl.: 13.315
P/F skattur.: 4.000
Mettur rakstur.: 71.138
Aftirgjald av skuld.: 3.355
Íløgur.: 28.504
Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna fíggjarætlanina fyri 2025, við omanfyri nevndu tølum.
Skattaprosentið er sett til 21%
Barnafrádrátturin er settur til kr. 7.500,00
Somuleiðis mælir fíggjarnevndin til at umsitingin fær heimild til at upptaka lán uppá
kr. 22.398.000,00
Broytingaruppskot frá Suna Jacobsen
Tað skal eingin loyna vera at undirritaði heldur, at Dungasandur skal dagførast soleiðis, at fótbólturin hjá bæði monnunum og kvinnunum í bestu deildini í Vágum í framtíðini, skal vera staðsettur í Sørvági.
Vit hava í fíggjarárinum 2023 brúkt 6.497.000 kr. til endamálið. Í hesum fíggjarárinum eru avsettar 10.290.000 kr.
Sostatt eru brúktar og avsettar slakar 17 mió. kr..
Fyri at fullføra Dungasand er neyðugt at víðka um 07- húsið. Kostnaðurin er mettur til
4.5 mió. kr.
Undirritaði mælir til, at játtaðar verða 2 mió. kr. í komandi ári til fyrsta byggistig, sum er innilokan av húsinum.
Fyri broytingaruppskotinum var ein atkvøða, sum var Sune Jacobsen
Móti broytingaruppskotinum vóru fýra atkvøður, sum vóru Elesebeth Klode Tausen, Jón Joensen, Hugin Skaalum og Eyð Ellingsgaard.
Sostatt fall broytingauppskotið frá Suna Jacobsen.
Avgerð: Uppskotið frá Fíggjarnevndini um fíggjarætlan fyri 2025 varð samtykt við 2. viðgerð.
Mál nr. 122/2024
J.nr.323-25-2024
Umsókn um stuðul til sjóneikin “Romeo og Julia”
Málslýsing: Umsókn um stuðul til sjónleikin “Romeo og Julia”
Tilmæli 20.11.24: Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla, tí at játtanin er brúkt.
Tilmæi 26.11.24 Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 123/2024
J.nr.219-43-2024
Umsókn um stuðul – Felagið Staðarnøvn
Málslýsing: Umsókn um stuðul frá Felagnum Staðarnøvn
Tilmæli: 20.11.24: Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla, tí at játtanin er brúkt.
Tilmæli: 26.11.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini
Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini
Mál nr. 124/2024
J.nr.542-331-2024
Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. 364f í Sørvági.
Málslýsing: Eigarnir av matr. nr. 364f í Sørvági, søkja um byggiloyvi til bilhús.
Tilmæli frá Tekniska leiðaranum:
Um bygdaráðið er sinnað at veita umsøkjaranum loyvi at byggja á mark, mælir tekinski leiðarin til at játta byggiloyvi.
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.
Tilmæli 25.11.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 125/2024
J.nr.
Byggiætlan í sambandi við bygging av Sjósavni
Málslýsing: Byggiætlan í sambandi við bygging av Sjósavni í Sørvági.
Tilmæli frá Tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til at samtykkja byggiætlanina.
Tilmæli 25.11.24: Tekniska nevnd mælir til, at taka undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 125/2024
J.nr. 323-3-2022
Umsókn um byggiloyvi til Sjósavn.
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til Sjósavn í Sørvági.
Tilmæli frá Tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi.
Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendum tekningum, og eftir ásetingunum í BK17 og byggiætlanini.
Nýtsluloyvið verður útskrivað, tá bygningurin er brunagóðkendur.
Tilmæli 25.11.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 126/2024
J.nr. 548-12-2024
Umsókn um broyting av matr. as (vegur) Sørvágs kommuna/ Vága Floghavn
Málslýsing: Fyrispurningur frá Vága Floghavn um broyting av matr. as (vegur) sum Sørvágs kommuna eigur.
Tilmæli 25.11.24: Tekniska nevnd mælir til at selja Vága Floghavn umbidna økið treytað av, at Vága Floghavn flytir vegin mótvegis matr. nr. 406b, vegurin skal vera í minsta lagið 6 metur breiður og at vegurin verður asfalteraður í sama líki sum verandi vegur.
Tilmæli 26.11.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 127/2024
J.nr. 659-6-2024
Gróttøka á havnarøkinum í Sørvági
Málslýsing: Gróttøka á havnarøkinum í Sørvági.
Avgerð: Málið útsett.
Mál nr. 127/2024
J.nr. 102-8-2024
Ásetan av bygdaráðsfundum fyi 2025
Málslýsing: ásetan av bygdaráðsfundum fyi 2025
Bygdaráðið hevur ásett føstu bygdaráðfundirnar fyri 2025.
Fundinir verða kl. 17:00 í fundarhølinum á kommunuskrivstovuni niðanfyri nevndu dagar.
Mikukvøldið 29. januar
Mikukvøldið 26. februar
Mikukvøldið 26. mars
Mikukvøldið 30. apríl
Mikukvøldið 28. mai
Mikukvøldið 25. juni
Mikukvøldið 27. august
Mikukvøldið 24. september
Mikukvøldið 29. oktober
Mikukvøldið 26. november