Bygdaráðsfundur
16. juli 2025

Samandráttur av bygdaráðsfundi.

Bygdaráðsfundur: 16.07.2025 kl.17:00 – 18:20

Fundarstaður: Fundarhøli

 

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jón Joensen 
  • Hans Kári Hansen 
  • Elias Davidsen 
  • Tóki Joensen 
  • Helena Heðinsdóttir Guttesen

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 47/225

J.nr.

Byggiloyvi til garð og sethús á matr. nr. 139d í Sørvági – Sára Simonsen

Málslýsing: Byggiloyvi til garð og sethús á matr. 139 d í Sørvági

Tilmæli 15.07.25: Vísandi til umsókn frá Sáru Simonsen, um at broyta garðin frá stoyptum til laðaðan garð.

Vísandi til tekning dagf. 15/7-25 frá Vága Smíð, er semja millum grannarnar á matr. nr. 90a og 139d, at garðurin verður laðaður samb. tekningina.

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til laðaðan garð samb. tekn. frá Vága Smíð, dagf.15/7-25

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at geva byggiloyvi til garð samb. tekning frá Vága Smíð og treytað av, at at planeringshæddin er samb. innsendum tekningum.

Eisini skal moldskráin gerast inn móti garðinum samb. tekning

Tekniski leiðarin fylgir við, at garðurin verður gjørdur á tryggan hátt, tá hann verður gjørdur av nýggjum.

Eigarin hevur skyldu til, at boða kommununi frá áðrenn arbeiðið byrjar.

 

 

Mál nr. 48/2025

J.nr. 215-23-2025

Vegur og íbúðarbygging á matr. 62h og 373b í Sørvági.

Málslýsing: Søkt verður um at keypa part av matr. nr. 62h í Sørvági, har ætalnin er at byggja randarhús.

Tilmæli 15.07.25: Tekniska nevnd mælir til at Sp/f Á Trøðni fær møguleika at keypa part av matr. 62h í Sørvági, vísandi til umsókn 3. juli 2025

Tilmæli 16.07.25: Fíggjarnevndin mælir til at Sp/f Trøðni fær forkeypsrætt til at keypa uml. 1.640 m2 av matr. nr. 62h fyri tann prísin, sum kommunan vanliga selur fyri.

Forkeypsrætturin er galdandi til 01.01.26

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 49/2025

J.nr. 541-48-2025

Broyting av byggisamtyktini fyri flogvallarøkið.

Málslýsing: Skriv/ klaga frá Ken Nónklett, adv. í sambandi við broyting av byggisamtyktini fyri flogvallarøkið.

Tilmæli 15.07.25: Vinnunevndin hevur viðgjørt skrivið frá Ken Nónklett, adv. sum vegna Ytra Suðurtriðing, heitir á kommununa fyribils at steðga viðgerðini av málinum, um at broyta byggisamtyktina fyri økið eystanfyri flogvøllin, har m.a. matr.nr. 423c, verður broytt frá at vera K landbúnaðarøki til at verða L floghavnarøki.

Vinnunevndin er av tí áskoðan, at av tí at partur av matr. nr. 423c hjá hagapartinum Ytra Suðurtriðingi, er ognartikið av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum í juni mánað 2023, ikki kann ganga áheitanini á møti, um at steðga viðgerðini av málinum um broyting av byggisamtyktini.

Grundgevingin fyri hesum er, at lendi er ognartikið og fyri at fáa ognarviðurskiftini uppá pláss, er neyðugt at broyta byggisamtyktina soleiðis, at ognartikna lendi, verður broytt frá øki: K landbúnaðarøki til øki L: Floghavnarøki.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

 

Mál nr. 50/2025

J.nr.

Avgreiðsla av byggimálum í summarfrítíðini

Málslýsing: Avgreiðsla av byggimálum í summarfrítíðini

Í samband við at bygdaráðið nú fer í summarfrí, verður samtykt at heimila Teknisku nevnd saman við umsitingini, at avgreiða byggimál, sum eru innanfyri byggisamtyktina hjá Sørvágs kommunu v.m. í tíðarskeiðnum fram til fyrst komandi bygdaráðsfund.

 

 

Mál nr. 51/2025

J.nr. 549-59-2025

Standmynd av Hattleysa-Dáva við Messuna (Sjósavnið)

Málslýsing: Standmynd av Hattleysa – Dáva við Messuna (Sjósavnið)

Í sambandi við at sjósavnið Messan eftir ætlan verður klárt at taka í nýtslu seint í hesum árinum, hevur
ein áhugabólkur ætlanir um, at seta eina standmynd úti á økinum, tætt við Messuna.

Talan er um eina standmynd av Hattleysa-Dávur, sum sleit bátsbandið, sjá frágreiðing niðanfyri, úr
bókini ”Søga og søgn”. ið Andrias Weihe gav út í 1933.

Ætlanin er, at Hans Pauli Olsen, myndahøggari, skal gera standmyndina.
Áðrenn farið verið víðari við ætlanini, verður søkt um loyvið at seta standmyndina úti á økinum við
Messuna. (kort viðheft)


Við vón um at hetta fær eina skjóta og jaliga viðgerð.
Vegna stigtakararnar,
Regin Davidsen

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at geva loyvið til at seta eina standmynd av Hattleysa-Dáva samb. umsókn og tekning

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
25. juni 2025
Bygdaráðsfundur
28. mai 2025
Bygdaráðsfundur
30. apríl 2025