Bygdaráðsfundur kl.17
23. februar 2022

Møtt vóru:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Jóhan Mikkelsen
  • Elsebeth Davidsen
  • Hugin Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jón Joensen
  • Sune Jacobsen

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

Mál nr. 5/2022

J.nr. 211-2-2022

2. viðgerð av eykajáttan upp á kr. 50.000,00 til Vestanstevnuna

Málslýsing: Eykajáttan til Vestanstevnuna 2022 í Sørvági.

Tilmæli 18.01.22: Trivnaðarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan til Vestanstevnuna upp á kr. 50.000,00

Tilmæli 19.01.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini um at játtað kr. 50.000,00 til konto 5.24.14.380 Stuðul til ítróttar- og mentunarendamál. Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini. Peningurn verður goldin móti skjalprógvaðum útreiðslum.

Mál nr. 17/2022

J.nr. 329-3-2022

Umsókn um stuðul til Summartónar 2022

Málslýsing: Umsókn um stuðul til Summartónar 2022

Tilmæli 16.02.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 4.000,00

Tilmæli 21.02.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 18/2022

J.nr. 329-5-2022

Umsókn um stuðul fyri 2022 - Krígssavnið

Málslýsing: Umsókn frá Krígssavninum, um fíggjarligan stuðul fyri 2022

Tilmæli 16.02.22: Trivnaðarnevndin mælir til, at játta okkara part av stuðli til Krígssavnið fyri 2022

Tilmæli 21.02.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini. Parturin hjá Sørvágs kommunu er uml. kr. 40.000,-

Mál nr. 19/2022

J.nr. 329-4-2022

Umsókn um stuðul til juniorarbeiðið í Missiónshúsinum í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um stuðul til junior arbeiðið í Missiónshúsinum í Sørvági.

Tilmæli 16.02.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 13.000,00

Tilmæli 21.02.22: Treytað av at kommunan hevur heimild at stuðla, tekur Fíggjarnevndin undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. Peningurin verður goldin móti skjalprógvaðum útreiðslum.

Mál nr. 20/2022

J.nr. 329-7-2022

Umsókn um stuðul – Blái Krossur

Málslýsing: Blái Krossur søkir um stuðul til felagið. Peningurin verður brúktur til arbeiðið, sum gjørt verður millum børn, ung og familjur.

Tilmæli 16.02.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 7,00 pr. íbúgva í Sørvágs kommunu. Tilmæli 21.02.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 21/2022

J.nr. 547-1-2022

Nýtt portur til Umhvørvisplássið

Málslýsing: Keyp av nýggjum portri til Umhvørvisplássið.

Tilmæli16.02.22: Tekniska nevnd tekur undir við at keypa nýtt portur til Umhvørvisplássið.

Tilmæli 21.02.22: Fíggjarnevndin mælir til at keypa portur til umhvørvisplássið samb. tilboð frá Sandavágs Timburhandil.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Mál nr. 22/2022

J.nr. 544-29-2021

Tilboð uppá kloakk til Bakkavegin

Málslýsing: Tilboð upp á kloakk til Bakkavegin.

Tilmæli 21.02.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum, um at taka av tilboðnum frá K.J.O. sum hevði lægsta tilboðið.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini og tekniska leiðaranum.

Mál nr. 23/2022

J.nr. 542-4-2021

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 272ac í Sørvági

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 272ac søkir um byggiloyvi til sethús.

Tilmæli 16.02.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 272ac í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum, og Teknisku nevnd.

Mál nr. 24/2022

J.nr. 542-32- 2021

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 76 í Gásadali

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 76 í Gásadali, søkir um byggiloyvi til sethús.

Tilmæli 16.02.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 76 í Gásadali.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum og Teknisku nevnd.

Mál nr. 135/2022

J.nr. 541-8-2021

Umsókn um at broyta byggisamtyktina

Málslýsing: Fyrispurningur um at broyta part av matr. nr. 156a frá landbúnaðarøki til sethúsaøki

Tilmæli 23.11.21: Vinnunevndin mælir til at partur av 156a verður broytt frá øki K: Landbúnaður til øki B: sethúsaøki, vísandi til skriv frá Nova advokatvirkið dagf. 7. oktober 2021

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

Mál nr. 9/2022

J.nr. 329-2-2022

Arkitektakapping Stakka/Dungasand

Málslýsing: Arkitektakapping - Stakka/ Dungasand

Tilmæli 18.01.22: Tekniska nevnd mælir til at fáa heimild at brúka kr. 150.000,00 sum eru avsettar á fíggjarætlanina til arkitektakapping.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundir
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024
Bygdaráðsfundur
13. desember 2023