Bygdaráðsfundur kl.17
27. apríl 2022

Møtt vóru:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Jóhan Mikkelsen
  • Elsebeth Davidsen
  • Hugin Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jón Joensen
  • Sune Jacobsen

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari.

Mál nr. 36 /2022

J.nr. 211-3-2022

2. viðgerð av eykajáttan til keyp av sparkivøllum í Bø og Sørvági konto 5.24.62.381 Ítróttaranlegg og til asfalt konto 6.38.11.381 Vegir

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til keyp av sparkivøllum konto 5.24.62.381 Ítróttaranlegg á kr. 300.000 og kr. 2.000.000 til asfalt konto 6.38.11.381 Vegir.

Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Avgerð 31.03.22: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Mál nr. 47 /2022

J.nr. 322-1-2022

Umsókn um stuðul í samband við Samkirkjudagar í Vága prestagjaldi

Málslýsing: Søkt verður um stuðul til Samkirkjudagar sum verða í Vága prestagjaldi frá 26. – 29. mai 2022.

Tilmæli 19.04.22: Trivnaðarnevndin mælir til at veita stuðul upp á kr. 25.000,00 til Samkirkjudagar í Vága prestagjaldi.

Tilmæli 19.04.22 Fíggjarnevndin mælir til at kanna verður, um heimild er fyri at stuðla til bygdaráðsfundin sum verður 27. apríl 2022.

Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá Tivnaðarnevndini.

Mál nr. 48/2022

J.nr. 329-12-2022

Umsókn um stuðul – Eldráðið í Vágum.

Málslýsing: Eldraráðið í Vágum søkir um stuðul til tiltakið um støðuna á eldraøkinum, sum Landsfelag Pensjónista saman við øðrum skipaði fyri í Norðurlandahúsinum 15. mars 2022.

Tilmæli 19.04.22: Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.

Tilmæli 19.04.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 49 /2022

J.nr. 329-13-2022

Umsókn um stuðul – ADHA felagið.

Málslýsing: ADHD Felagið søkir um verkætlanarstuðul til verkætlan, ið skal kanna lívsumstøður og heilivágsnýtslu hjá borgarum við ADHD/ADD í Føroyum.

Fíggjarætlanin er uppá kr. 172.000,00 – stuðulstørvurin er kr. 107.000,00

Tilmæli 19.04.22: Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.

Tilmæli 19.04.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 50 /2022

J.nr. 215-8-2022

Umsókn um at keypa matr. nr. 422u á vinnuøkinum – Atlantic Airways.

Málslýsing: Umsókn frá Atlantic Airways um at keypa matr. nr. 422u á ídnaðarøkinum.

Tilmæli 19.04.22: Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 422u til Atlantic Airways fyri kr. 500,- pr. m2, og samb. vanligum treytum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Mál nr. 51 /2022

J.nr. 548-1-2022

Skriv viðv. matr. nr. 161 í Sørvági – Ingun Rubek Jensen.

Málslýsing: Eigarnir av matr. nr. 161 í Sørvági, hava í skrivi bjóðað kommuni, at keypa part av matr. nr. 161 í Sørvági.

Tilmæli 19.04.22: Tekniska nevnd mælir frá, at keypa part av matr. 161 fyri kr. 750.000,00.

Tilmæli 19.04.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 52 /2022

J.nr. 211-4-2022

Fíggjarætlan fyri 2023 – Sørvágs bókasavn

Málslýsing: Fíggjarætlanin hjá Sørvágs bókasavni fyri 2023.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti fíggjarætlanina hjá Sørvágs bókasavni fyri 2023.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
26. juni 2024
Bygdaráðsfundur
31. mai 2024
Bygdaráðsfundur
24. apríl 2024