Nýggj bilvaskihøll í Sørvági

11. august 2022

Nú hava sørvingar, og onnur sum ikki tíma at vaska bilin, fingið høvið til at fáa tað gjørt í bilvaskihøllini hjá K.J.O. uppi á Hálsi í Sørvági. Har er ein nýggj bilvaskimaskina sett upp, sum lat upp hósdagin í farnu viku.

Hugskotið at gera eina bilvaskihøll er eini tvey ára gamalt, og avgerðin varð tikin fyri einum ári síðan. At tørvur hevur verið á hesum tilboði er tað nakað sum bendur á, tí hjá K.J.O. lata tey væl at undirtøkuni higartil.
Støðin er sjálvvirkandi, og gjaldast kann við gjaldskorti, men um tú ikki hevur eitt gjaldskort ber til at keypa ein sokallaðan "vaskilykil".

Opið er allar dagar í vikuni frá 06:00 til 23:00.


Sørvágs kommuna ynskir K.J.O. til lukku við bilvaskihøllini og blíðan byr við virkseminum.

Onnur tíðindi

Vallistar til fólkatings- og løgtingsval

10. mars 2026

Sørvágur fær nýggjan festival

05. mars 2026

Tíðindaskriv frá Sørvágs kommunu

25. februar 2026