Stór vanlukkuvenjing í Sørvági

20. september 2022

Vága Floghavn og løgreglan boða frá, at ein stór venjing er við Bíggjarvegin í Sørvági við luttøku av fleiri tilbúgvingarakførum, tyrlum og skipum

Fólk verða biðin um at halda seg burtur frá venjingarøkinum, nú Vága Floghavn og løgreglan boða frá, at ein stór venjing júst er byrjað við Bíggjarvegin í Sørvági. 

Eisini verða fólk biðin um at vísa varsemi á vegastrekkinum frá Bíggjarvegnum niðan til Vatnsoyrar, har nógv ferðsla verður við akførum sum luttaka í venjingini.

Í samband við venjingina er Bíggjarvegurin stongdur á strekkinum frá Skúlavegi í Sørvági til Bíggjar í tíðarskeiðnum frá kl. 16.45 til 19.30, og meðan venjingin er í gongd.

Onnur tíðindi

Petra Olsen sett sum integratiónssam­skipari fyri kommunur­nar í Vágum

02. juli 2026

Støkk-in kanning fyri diabetes 2 í Sørvági

02. juli 2026

VASKIFÓLK TIL ALVALON

01. juli 2026