Hug at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágum?

03. oktober 2022

Uppistova á Heiminum á Sýnini, skal hava nýggjan deildarleiðara, sum við dyggum fakligum inniliti, fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og áræði at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágum. Afturfyri bjóða vit eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit.

Um starvið

Vit leita eftir nýggjum deildarleiðara.

Aðalmálið hjá Vesturvón er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við Vesturvón, fáa skjóta og fakliga væl grundaða tænastu við atliti til heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Deildarleiðslan skal tryggja, at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normar á fakøkinum, eitt nú við at menna og skipa endur-, viðlíkahalds- og fyribyrgjandi tænastur; og við at leiða starvsfólkini í tvørfakligum arbeiðsgongdum, ið síggjast aftur í allari tænastuni.

Deildarleiðslan skal megna at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi.

Deildarleiðslan skal hava áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini, skapa meining fyri starvsfólkunum og megna at fremja sjónliga leiðslu.

Deildarleiðslan skal tryggja, at virksemið á Vesturvón fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og leiðreglum, og at rættartrygdin hjá húsfólki og borgarum er á nøktandi støði.

Førleikakrøv

Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingar er eitt krav.

Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting eru ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Neyðugt er at hava telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum.

Setanar- og lønarviðurskifti

Deildarleiðarin vísir til stjóran á Vesturvón.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Starvið er fulla tíð og er leyst til setan 1. novembur 2022 ella eftir nærri avtalu.

Fleiri upplýsingar

Ynskir tú nærri vitan um starvið og/ella førleikarnar, ið krevjast, vísa vit til starvs- og persónsprofilin á heimasíðu okkara vesturvon.fo

Tað ber eisini til at ringja til Jóngerð M. Nielsen stjóra á tlf. 793201 ella skriva á teldupostadressu jongerd@vesturvon.fo

Umsókn Umsókn saman við prógvum og autorisatión verður at senda til vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Deildarleiðari til Uppistovu”

Umsóknarfreistin er 16. oktobur 2022

Onnur tíðindi

Myndir frá flaggdagshaldinum

25. apríl 2024

Flaggdagshald

21. apríl 2024

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 24. apríl

19. apríl 2024