Dansistovan í Sørvági til sølu
Við hesum verður Dansistovan, matr.nr. 360b, Sørvágur, lýst til sølu fyri hægstbjóðandi
Talan er um grundøki við ástandandi bygningi – Dansistovan - til víddar sambært tingbókini 862m2, harav vegur 24m2.
Ognin er í ringum standi og treingir til ábøtir. Víst verður til frágreiðingar frá 24. juni 2019 og 7. september 2021.
Í sambandi við søluna setir kommunan sum treyt, at bygningurin uttan verður settur í stand/høvuðsumvældur av keypara innan 2 ár. Verður henda treyt ikki hildin, kann seljari krevja, at ognin skal fella aftur til seljara.
Á ognina er lýstur servituttur um m.a. at økið bert er ætlað til at byggja kvikmynda- og dansihøll á. Eftir samtykt í kommunustýrinum 28. juli 2007 er servitutturin víðkaður til eisini at fevna um matstovu- og frítíðarvirksemi og at skeinkiloyvi kann útvegast.
Tilboð um keyp skulu vera skrivlig. Saman við boðnum skal sendast váttan frá peningastovni um, at tann ið bjóðar, hevur fígging tøka. Eisini skal tilboð um keyp hava eina lýsing av, hvat bygningurin ætlandi skal nýtast til. Innkomin tilboð eru í trúnaði, til ognin er seld.
Freistin at lata inn boð er tann 28. november 2022.
Kunnað verður um, at kommunustýrið ikki hevur skyldu at taka av ávísum tilboði og kann havna øllum innkomnum tilboðum.
Tilboð verða at senda til SÓKN Advokatar, Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar fáast eisini við at venda sær til SÓKN Advokatar, Eyðbjørn Larsen, adv. á tlf. 219325 ella á teldupostadressuna: eyl@sokn.fo