Avhending av grundstykki á vinnuøkinum

09. desember 2022

Í dag gjørdist arbeiðið við at planera grundøki á vinnuøkinum liðugt. Hetta økið er 4.200 fermetrar til støddar, og her skal tyrlusimulatorurin hjá Atlantic Airways standa. Tað arbeiði verður ferð í gongd fyrst í komandi árið.

Arbeiði uppá planeringina byrjaði seinast í august, og 8. september varð fyrsta skotið latið av. Arbeiði hevur gingið væl, og bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan hava hildið. Tað er J&K sum hava planera økið, og Sørvágs kommuna er sera væl nøgd við væl frágingna arbeiði.

Fyrr í ár keypti kommunan 44.000 fermetrar aftrat frá Vørðufelli, til at víðka um verandi vinnuøkið. Av hesum eru 15.700 m2 longu seldir, harav 14.200 m2 til Atlantic Airways, og 1.500 m2 til Sp/f K.J.O.

Flogvøllurin er eitt høvuðsportur út í heim, og tí vil altíð vera ein natúrlig atdráttarmegi fyri vinnuna til hetta økið. Í summar kom ein høll upp at standa, sum ferðavinnufyritøkan 62N eigur.
Í løtuni eru arbeiðsfólk í gongd við at byggja eina høll oman móti vegnum. Tað er felagið Arctic sum eigur hesa høllina, og teirra virksemið er bilútleigan.

Støðugur áhugi og fyrispurningar eru fyri vinnuøkinum, og Sørvágs kommuna vónar at við teimum eftirverandi fermetrunum, er tørvurin nøktaður fyribils. Umráðandi er, at allatíð hava stykki tøk til vinnuna.

Onnur tíðindi

Lendis­arbeiðið til nýggju høllina er byrjað

27. juni 2026

Skrá fyri bygda­ráð­sfund

23. juni 2026

Kunngerð um ferðslu

11. juni 2026