Bárður keypti dansistovuna

18. januar 2023

Sølan av dansistovuni var endaliga avgreidd í gjár, og tað var Bárður Henriksen sum keypti bygningin. Kommunan keypti bygningin fyri fýra árum síðan, men trupult hevur verið at fingið semju um, hvat skuldi gerast við hann. Núverandi bygdaráð valdi at seta bygningin til sølu - tó við ymiskum treytum, tí klausulur er á ognini. Kommunan treytaði sær eisini at kunna vraka øll møgulig boð, men valdi tó at taka av boðnum hjá Bárði Henriksen.

Ætlanin er at fáa lív aftur í húsið, sigur nýggi eigarin. Staðsetingin er í hjartanum í bygdini, og hetta letur upp fyri nógvum møguleikum. Bygningurin er í ringum standi, og dagføringar eru alneyðugar, og verða gjørdar leypandi.

Fyrsta tiltakið verður á føstulávint, tá tað verður skipað fyri almennari tunnusláing og dansi aftaná.

Onnur tíðindi

Skrá fyri bygda­ráð­sfund

20. mars 2026

Fólka­tingsvalið - brævatkvøður og valkort

18. mars 2026

Løgtingsvalið - brævatkvøður og valkort

17. mars 2026