Landsdystur á Dungasandi
12. august 2026
Í dag var Dungasandur fyri fyrstu ferð karmur um ein fótbóltslandsdyst.
Tað var tá føroyska U-19 landsliðið hjá kvinnunum møttu grønlenska A-landsliðnum.
Venjarin, Sigtór Petersen, hevði tikið 20 leikarar út til dystin og harav vóru fimm leikarar úr 07 Vestur. Tær eru: Bjørk Akselsen, Drós í Haraldstovu Petersen, Eydna Zakarisdóttir, Anna Katrina í Haraldstovu og Naomi Hansen.
Føroyska liðið var væl omaná, og vann sannførandi 5-0. Hálvleiksstøðan var 3-0.
Venjingardysturin móti Grønlandi var liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 24. til 30. novembur. Føroyar eru í bólki B4, saman við Ukraina, Litava og Andorra.
Onnur tíðindi
Heilsufremjandi venjingar
03. september 2026
Skrá fyri bygdaráðsfund
28. august 2026
Umlegging av koyrivegi í Vága Floghavn
22. august 2026