Summarferiustarv hjá Vesturvón

02. mars 2023

Ynskir tú at gerast summarferiuavloysari hjá okkum?
Summarið nærkast, og vit hava tørv á avloysarum innan øll starvsøkir: sjúkrarøkt, heilsu- og
heimarøkt, reingerð, vaskarí og dagtilboð.

Vesturvón veitur nógvar ymiskar tænastur til heimabúgvandi borgarar og til húsfólk inni á
heiminum á Sýnini.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum. Tó, so eru eisini starvsfólk sum bara eru til
arbeiðis í dagtímum, tað er vaskarí, reingerð, dagtilboð og umsiting.
Okkara fremsta mál er at veita eina dygdargóða samskipaða heildartænastu.
Tænastan verður veitt í samráð við hin einstaka borgaran í mun til tørv, førleikar og
sjálvsavgerðarrætt.

Førleikakrøv
Til størvini krevst útbúgving og/ella royndir svarandi til fakbólkarnar, ið lýst verður eftir.
Ert tú í fer við at taka eina heilsufakliga ella aðra viðkomandi útbúgving, frætta vit eisini fegin frá
tær.
Til avloysarar sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktara krevst, umframt útbúgving, eisini
løggilding.

Allir avloysarar fáa góða upplæring frá dugnaligum starvsfelagum, eins og eina spennandi og
gevandi tíð.
Vit vóna at hetta hevur fangað tín áhuga, og gleða okkum at frætta frá tær.

Lønar og setanartreytir
Vesturvón – Kálvalíðvegur 2 – 370 Miðvágur – Tlf. 793200 – vesturvon@vesturvon.fo
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálum millum KAF/FMR og avvarðandi fakfeløg.

Freist
Send eina umsókn beinanvegin, soleiðis at vit fáa práta nærri um førleikar, ynskir og
møguleikar. Hevur tú serlig ynskir um starvsøki, er tú vælkomin at viðmerkja tað í umsóknini.
Send okkum umsóknina umvegis teldupost til vesturvon@vesturvon.fo
Vit viðgera innkomnar umsóknir við jøvnum millumbili. Seinasta freist at søkja er 1. mai 2023.

Er tú áhugað/ur og ynskir at vita meir, er tú vælkomin at ringja til okkara á tlf. 793200 millum
kl. 9.00 og 15.00.

Onnur tíðindi

Flaggdagshald

21. apríl 2024

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 24. apríl

19. apríl 2024

Konfirmantar í Miðvágs kirkju 28. apríl

18. apríl 2024