Søkt verður eftir heilsurøktara og heilsuhjálpara til Heimið á Sýnini

02. mars 2023

Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag
veita tænastu til borgarar sum búgva á Heiminum á Sýnini.

Saman vilja vit tryggja, at húsfólkini fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv,
trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.
Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Søkt verður eftir:

  • 1 heilsurøktara til fast starv á starvsbrøk 1,0 á Miðstovu/Innistovu at byrja 1. apríl 2023
    ella eftir nærri avtalu.
  • 1 heilsuhjálpara til fast starv á starvsbrøk 1,0 á Miðstovu/Innistovu at byrja 1. apríl 2023
    ella eftir nærri avtalu.
  • 1 heilsuhjálpara til tíðaravmarka starv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi á starvsbrøk 0,8 á Miðstovu/Innistovu at byrja 1. apríl 2023 – 1. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu.


Førleikakrøv:

  • Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
  • Prógv sum heilsuhjálpari


Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
  • Hevur hug til at arbeiða innan eldrarøkt, og evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í
    tíni tilgongd til arbeiðið
  • Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og
    ábyrgd
  • Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  • Ert empatiskur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
  • Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum


Vit bjóða tær:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum.
Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag.
Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur.
Góða innleiðslu.


Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Guðrun Gudmundsen, deildarleiðara á
Miðstovu/Innistovu á tlf. 793213.


Setanarviðurskifti:
Størvini eru í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum
Heilsurøktarafelag Føroya og KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.


Umsóknir:
Vesturvón – Kálvalíðvegur 2 – 370 Miðvágur – Tlf. 793200 – vesturvon@vesturvon.fo
Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:
vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Røktarstarvsfólk til Miðstovu/Innistovu”.


Umsóknarfreistin er 19. mars 2023

Onnur tíðindi

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 24. apríl

19. apríl 2024

Konfirmantar í Miðvágs kirkju 28. apríl

18. apríl 2024

Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna í Vágum

18. apríl 2024