Trivnaðarvikan 2026

07. juni 2026

Í gjár, leygardagin 6.juni, varð Trivnaðarvikan í Sørvágs kommunu sett. Nógv fólk hevði leitað sær á Stakka til eina hugnaliga løtu saman, tá Vivian á Stongum setti trivnaðarvikuna.

Trivnaðarvikan 2026

Góðan dagin øll somul.

Vit eru samlaði her í dag fyri at seta trivnaðarvikuna hjá Sørvágs Kommunu. 

Í 2022 var trivnaðarvikan hildin á fyrsta sinni, og er hetta sostatt fjórða árið, at vit savnast um hetta tiltak. Men hví hava vit eina trivnaðarviku í kommununi? Hvat er trivnaður og hvat ger tað fyri okkum sum borgarar at vera saman?

Eg fór beint at spyrja tann nýggja hjálparin hjá teimum flestu – chatgpt – hvat trivnaður er, og svarið eg fekk var stutt og greitt: Trivnaður merkir, at ein persónur hevur tað gott og kennir seg væl, bæði kropsliga, sálarliga og sosialt. Hetta rokni eg við at tey flestu av tykkum longu vistu. Tí trivnaður er nakað, sum vit tosa nógv um, tá børnini eru smá, bæði í barnagarði og skúla, men eisini á arbeiðsplássum verður nógv tosað um, hvussu týdningarmikil trivnaður er.

Og hetta er ikki uttan orsøk. Tí trivnaður og menning ganga hond í hond. Tað er torført at mennast og læra, um vit ikki trívast. Tá ið vit hava tað gott, tora vit betur at royna nakað nýtt. Vit læra meira, taka ábyrgd og gerast ein virkin partur av felagsskapinum.  

Orðið trivnaður er tætt knýtt at hugtøkum sum: Vælvera – gleði – tryggleiki – góðar umstøður og sosialur felagsskapur. Við at skipa fyri eini trivnaðarviku sum hesari, við fjølbroyttum upplivingum, undirhaldi, rørslu og samveru, skapa vit møguleikar fyri at styrkja um trivnaðin og felagsskapin í kommununi. 

Men felagsskapur kemur ikki av sær sjálvum. Skulu vit gerast ein partur av felagsskapinum, mugu vit møta upp tá tiltøk eru. Hetta fær meg at hugsa um greinina, sum Helena, forkvinna í trivnaðarnevndini, skrivaði so væl í Vestanstevnublaðnum í fjør: Yvirskriftin var: “At vera í felag – eisini tá tað regnar”. Har minti hon okkum á, at tá tiltøk verða hildin, eru tað ofta eldsálirnar, sum verða takkaðar - og tað er sjálvandi væl uppiborði. Men vit gloyma kanska av og á, hvussu týdningarmikil tey eru, sum møta upp. Tí uttan luttakarar er einki tiltak. Hon skrivaði eisini: Tá fólk møta upp, er tað ikki bara ein stuðul til tiltakið, men ein viðurkenning av arbeiðinum og ein virðing fyri felagsskapinum. Hetta haldi eg, at vit øll kunnu hava í huga, tá ið skipa verður fyri tiltøkum í bygdini. 

Óansæð um tiltøkini eru stór ella smá, so krevur tað fyrst fólkini, sum fáa hugskotini, síðan fólk, sum gera hugskot til veruleika og síðst fólk, sum koma til tiltøkini. Eg má nevna tað frálíka tiltakið við kassabilinum, sum var herfyri. Har var hugni, spenningur, prát, samvera og ikki minst kaffi og kaka. Har vóru fleiri fólk møtt upp og vóru øll savnað um eitt felags endamál – nemliga at stuðla og fylgja við teimum vøkru kassabilunum. Og kanska er hetta eitt tekin um, at vit eru vorðin betri til at møta upp og stuðla teimum tiltøkum, sum verða fyriskipað. Tað er gleðiligt at síggja, tí júst tann stuðulin er við til at geva nýggjum hugskotum lív og geva fyriskiparum dirvi til at halda fram við at skapa góðar upplivingar í kommununi. 

Í ár fellur Trivnaðarvikan saman við vikuni, tá Country Festivalurin verður hildin – hetta er ein spennandi samanseting, sum vónandi fer at eydnast væl. Eg fari at takka tykkum, sum hava brúkt tíð og orku upp á at fyrireika trivnaðarvikuna - tit hava sett saman eina góða skrá, við nógvum spennandi og fjølbroyttum tiltøkum, og nærum okkurt fyri allar aldursbólkar og áhugamál. 

Eisini fari eg at takka tykkum, sum eru møtt upp her í dag. Eg vóni, at vit øll – í tann mun tað ber til – fara at taka lut í vikuni, finna okkurt á skránni, sum fangar áhugan. Kanska hava tit longu meldað tykkum til eitt tiltak, sum tit gleða tykkum serliga nógv til. Kanska fara tit at royna okkurt nýtt í ár – til dømis at dippa. Ella kanska hava tit savnað eitt lið til árligu fótbóltskappingina millum býlingar og ætla tykkum at stríðast um sigurin hesa ferð. 

Trivnaðarvikan er nemliga eitt gott høvi at hittast, at vera saman og uppliva okkurt nýtt. Hon gevur rúm fyri bæði rørslu, hugna, felagsskapi og góðum upplivingum, og vónandi fara nógv at gera sítt til, at vikan verður góð. Vit kunnu hava í huga, at tað ofta eru tær smáu løturnar, sum hava størsta týdningin. Tað er eitt prát, eitt smíl, ein hjálpandi hond ella ein felags uppliving sum kunnu vera við til at styrkja bondini okkara millum og gera okkara kommunu enn betri at búgva í.

Og hetta leiðir meg aftur til spurningin, sum eg setti í byrjanini: Hvat ger tað við okkum borgarar at vera saman?

Svarið er í grundini sera einfalt. Tá vit eru saman, læra vit hvønn annan betur at kenna. Tá vit eru saman, skapa vit álit, nærleika og samanhald. Og saman styrkja vit felagsskapin, sum er grundarlagið undir eini sterkari kommunu.

Eg fari at takka fyri heiðurin at sleppa at siga nøkur orð í sambandi við setanina av trivnaðarvikuni og vil ynska tykkum øllum eina góða og gevandi trivnaðarviku. Njóti løturnar saman, takið lut í felagsskapinum og skapið góð minnir. Setið tíð av til at tosa við fólk, ið tit ikki kenna ella ikki hava tosa við fyrr og bjóði teimum inn í felagsskapin. 

Trivnaðarvikan er meira enn ein røð av tiltøkum á eini skrá. Hon er ein áminning um virðið í at hittast - og um, at tað eru vit sjálvi, sum skapa trivnaðin í okkara kommunu. 

Og við hesum lýsi eg Trivnaðarvikuna 2026 hjá Sørvágs kommunu setta.

Onnur tíðindi

Ung í arbeiði 2026

07. juni 2026

Ársroknskapu­rin 2025

03. juni 2026

Skrá fyri Trivnaðarvikuna

30. mai 2026