Eitt gott ítróttarligt hál um vikuskiftið

05. mars 2023

Hetta vikuskiftið hevur ítrótturin veruliga verið á breddanum í Sørvági. Í flogbólti skuldu árligu steypafinalurnar avgreiðast, og SÍ luttók í 9 av 12 finalum, og vunnu harav tær 6 og staðfestu enn einaferð, at Sørvágur er flogbóltshøvuðstaðurin í Føroyum.

Stuðulin kring felagið er eisini dyggur, og nógv fólk vóru møtt upp til morgunmat og andlitsmáling sum var hildin í Marghøllini, áðrenn bussurin fór við øllum fjepparunum til Havnar, har steypafinalurnar skuldu avgreiðast.
Nógv fólk høvdu eisini leita sær í høllina á Hálsi í Havn at stuðla okkara flogbóltsleikarum.

Tey ítróttaráhugaðu høvdu eisini møguleika at fara á Dungasand at hyggja at 07 Vestur og ÍF, í ársins fyrsta fótbóltsdysti í Betrideildini hjá monnum. Og fitt av fólki var eisini møtt upp, bæði fuglfirðingar og vágafólk.
Tað vóru vágafólkini sum kundu fegnast, tí dysturin endaði 1-0 til 07 Vestur. Málið kom nakrar fáar minuttir fyri leiklok, og liðið fekk sostatt eina góða byrjan uppa kappingina. Komandi dystur verður sunnudagin 12. mars ímóti B36 í Havn.

Leygardagin 11. mars spæla kvinnurnar í Betrideildini ársins fyrsta dyst, tá tær á Dungasandi taka ímóti føroyameistarunum úr KÍ.

Hjartaliga til lukku til SÍ og 07 Vestur.

Onnur tíðindi

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 27. september

21. september 2023

Heilsufremj­andi venjingar 

14. september 2023

Jákup Suni tekniskur leiðari

04. september 2023