Kunngerð
08. mars 2023
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og
byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 25.01.23 samtykt at broyta part av matr. nr. 358a
Sørvági til øki E1 Almennir stovnar og øki G neystaøki.
Broytingin saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment
eftirlit í tíðarskeiðnum frá 08.03.2023 til 29.03. 2023 báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 20.04.2023.
Sørvágs kommuna



Onnur tíðindi

Ruskplássið stongt leygardagin
06. juni 2023

Kunning í samband við asfaltering
06. juni 2023

Kunningarkvøld á Vesturvón
26. mai 2023