Earth hour í Sørvági og í Bø

24. mars 2023

Sørvágs kommuna fer í ár at taka lut í alheims tiltakinum "Earth hour", sum verður í annaðkvøld millum kl. 20:30 og 21:30. Hetta merkir, at gøtuljósini í Sørvági og í Bø verða sløkt hendan tíman, fyri at gera vart við ógvusligu veðurlagsbroytingarnar í okkara tíð.
Tó verða gøtuljósini í bátahylinum og á keiini ikki sløkt.

Hugskotið og endamálið við at sløkkja ljósið, er at brúka minni orku tann tíman, og harvið minni co2 útlát.
Earth hour tiltakið varð fyrstu ferð hildið í Sidney í Australia í 2007, og fer altíð fram seinasta leygarkvøld í mars.
Onkrar føroyskar kommunur hava seinastu árini luttikið í tiltakinum, og hesaferð eru Sørvágur og Bøur eisini við.

Onnur tíðindi

Endur­lýsing: VASKIFÓLK TIL ALVALON

24. desember 2025

Jólapakki til øll húskir í Vágum fríggja­dagin

18. desember 2025

Kommunuskrivstovan fer í jólafrí

16. desember 2025