Móttøka fyri gull-kvinnunum og Rajko

30. apríl 2023

Í gjárkvøldi varð móttøka í Dansistovuni, tá kvinnuliðið hjá SÍ í Føroya Tele-deildini kom aftur úr Havn, eftir at hava smurt Fleyr av 3-0, og harvið gjørdust føroyameistarar.

Ein rúgva av fólki var og heiðraði gull-kvinnurnar, og har var eisini borðreitt við alskyns mati og drekka. Hetta var samstundis seinasti dystur við Rajko Petrovic á síðulinjuni. Serbiski venjarin hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram, eftir at hava vant SÍ í 21 ár.
Elsebeth Davidsen, varaborgarstjóri, segði fyrst nøkur orð, og síðani helt Anfinn Joensen, formaður í SÍ eina røðu, har hann takkaði Rajko fyri tey megnaravrik hann hevði framt, og fyri at hava flutt SÍ risafet fram.
Ítróttarliga hevur tað bragdað væl, og Rajko hevur leitt SÍ í ikki minni enn 201 finalur, harav umleið 3 av 4 eru vunnar. Jóhan Petur á Stongum segði eisini nøkur orð, og takkaði Rajko fyri tey góðu 20 árini við SÍ.
Tað var ein ikki sørt rørdur Rajko sum tók ímóti gávuni sum kvinnurnar høvdu gjørt til hansara. Talan var um eina myndabók, har tær høvdu skrivað hvør sína persónliga heilsan til hansara, eisini eldri spælarar sum ikki spæla longur.
Sørvágs kommuna ynskir SÍ hjartaliga til lukku við gullinum og blíðan býr til Rajko, og takk fyri tað tú hevur lagt eftir teg.

Onnur tíðindi

Kommunuskrivstovan í summarfrí

21. juli 2024

Nýtt graslíki á Dungasand

16. juli 2024

Syngið við kvøld umborð á Westward Ho!

04. juli 2024