Vegarbeiði á Varðagøtu
15. mai 2023
Í samband við arbeiðið at umleggja kloakkina á Varðagøtu, verður vegastrekkið frá krossinum Varðagøta/Garðsvegur og oman í bygdina, tarnað fyri bilaferðslu.
Í tíðarbilinum, meðan arbeitt verður, er vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring. Tað verður gjørt parkeringsøki niðast á Varðagøtu til íbúgvarnar við Varðagøtu, ið ikki sleppa til húsini við bili.
Byrjað verður niðri í bygdini, og so verður arbeitt niðaneftir, ímóti Garðsvegnum.
Eru spurningar, ber til at ringja til tekniska leiðaran, Rógva, á telefon 233216.
Sørvágs kommuna
Onnur tíðindi
Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum
08. september 2026
Heilsufremjandi venjingar
03. september 2026
Skrá fyri bygdaráðsfund
28. august 2026