Dania Niclasen, nýggjur skúlastjóri í Sørvági
16. mai 2023
Í dag tók Dania Niclasen við sum skúlastjóri í Sørvági. Dania er 37 ára gomul og tók læraraprógv í 2015. Hon kemur úr starvinum sum einalærari í skúlanum í Haraldssundi, har hon hevur starvast seinastu sjey árini.
Jóhannis Joensen, varð settur skúlastjóri í Sørvágs skúla fyri 9 árum síðani, men hann hevur verið í farloyvi síðani november 2019, tá hann var valdur inn í løgtingið. Eyð Niclasen hevur síðani tá røkt starvið sum skúlastjóri, inntil í dag tá Dania Niclasen tekur við.
Sørvágs kommuna ynskir Daniu blíðan byrð í starvinum, og vil takka Eyð fyri tíðina sum skúlastjóri.
Onnur tíðindi

Ruskplássið stongt leygardagin
06. juni 2023

Kunning í samband við asfaltering
06. juni 2023

Kunningarkvøld á Vesturvón
26. mai 2023