Nýtt graslíki á Dungasand

16. juli 2024

Í dag handaði Føroya Møblasøla Sørvágs kommunu nýggja graslíkisvøllin á Dungasandi.

Arbeiðið at leggja vøllin á hevur gingið avbera væl. Byrjað varð hósmorgunin og longu í dag, týsdag, var arbeiðið liðugt, og kl. 15:00 var vøllurin handaður kommununi. Ein fyritreyt fyri at leggja vøllin á er at tað skal vera turt, og veðrið hevur hepnast væl hesar dagarnar.

Longu tveir tímar seinni var besta liðið hjá 07 Vestur á vøllinum og vandi.

Graslíkið er frá Domo Sports Grass, tað er í hægstu góðsku og FIFA góðkent. Fyllan er umhvørvisvinarligt hágóðsku tundur. Gamla graslíkið var frá 2017, og nú varð tíðin búgvin at skifta tað út.

Alt økið kring Dungasand verður fríðkað, og nú er næstan komin á mál. Skýlið manglar tó enn at gerast liðugt, men tað verður væntandi seinni í ár. Fótbóltskappingin er í løtuni í summarfrí.

Næsti heimadystur verður sunnudagin 4. august, tá føroyameistararnir úr KÍ koma á vitjan.

Sørvágs kommuna ynskir 07 Vestur og øllum í kommununi góða eydnu við nýggja vøllinum.

Onnur tíðindi

Messan tikin í nýtslu

11. januar 2026

Rottangatøming í Gásadali og Bø

05. januar 2026

Endur­lýsing: VASKIFÓLK TIL ALVALON

24. desember 2025