Trivnaðarvikan 2023

12. august 2023

Aftur í ár verður trivnaðarvikan á skránni í Sørvágs kommunu. Fyrstu ferð hetta tiltakið varð roynt var í fjør og tað hepnaðist so mikið væl, at tað verður aftur í ár, og helst eisini eitt afturvendandi tiltak.

Skráin er fjølbroytt, og eitt sindur er av hvørjum til allar aldursbólkar. Nógv av tiltøkunum eru ókeypis, men nøkur teirra kosta, og nøkur krevja tilmelding.

Í morgin, sunnudagin, kl. 13:30 fer Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri, at seta trivnaðarvikuna niðri á Stakka og aftaná verður ókeypis kaffi og lagkøka.

Skráin sæst sum viðheftar myndir her á síðuni, og møguligar dagføringar ella broytingar verða kunngjørdar á facebook-bólkinum: Sørvágur.

Onnur tíðindi

Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna í Vágum

08. september 2026

Heilsufremj­andi venjingar

03. september 2026

Skrá fyri bygda­ráð­sfund

28. august 2026