Trivnaðarvikan 2023
23. august 2023
Í farnu viku var árliga Trivnaðarvikan í Sørvágs kommunu. Hetta var aðru ferð at hetta tiltakið varð roynt, og sigast má at undirtøkan hevur verið framúr, og at tiltakið er komið fyri at verða.
Tiltøkini fevndu breitt, og tað var okkurt at fara til fyri allar aldursbólkar. Uppmøtingin var sera góð, og fleiri av tiltøkunum vóru fullteknaði.
Fitt av tiltøkunum vóru uttandurða, og fyri at tey skulu hepnast mátti veðrið spæla við, og tað gjørdi tað tíbetur eisini.
Tað eru tær báðar, Maria Samson Christensen og Jana Egholm, sum eru samskiparar av Trivnaðarvikuni, og í dag var borgarstjórin framvið hjá teimum báðum við blómutyssi og takkaði teimum fyri eina væleydnaða og vælskipaða Trivnaðarviku.
Onnur tíðindi
Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum
08. september 2026
Heilsufremjandi venjingar
03. september 2026
Skrá fyri bygdaráðsfund
28. august 2026