Heilsufótbólturin aftur á rull
31. august 2023
Í vár varð ein roynd at skipað fyri heilsufótbólti í Vágum, og eftir summarfrítíðina, fara vit nú aftur í gongd.
Vit byrja aftur mánadagin 4. september, og tað er enn sum áður Michael Gram, ið er fyriskipari.
Heilsufótbóltur er fyri borgarar 60+.
Venjingartíðir:
Mánadag kl. 16:30 – 17:30 á Dungasandi í Sørvági
Mikudag kl. 16:30 – 17:30 á Dungasandi í Sørvági
Hvat er heilsufótbóltur
Heilsufótbóltur er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men hevur áður ikki verið beinleiðis málrættaður til hendan aldursbólkin. Tað, sum eyðkennir heilsufótbólt er, at spælt verður á smærri økjum og í minni bólkum. Tað er sostatt ein øðrvísi háttur at spæla fótbólt, og leggur veruliga upp til, at øll kunnu vera við – roynd, sum óroynd.
Onnur tíðindi
Marknaðardagur í Gásadali í november
12. september 2024
Niðarivegur fær gongubreyt og nýtt asfalt
05. september 2024
Selvík beindur burtur
05. september 2024