Jákup Suni tekniskur leiðari

04. september 2023

Sørvágs kommuna hevur sett nýggjan tekniskan leiðara, og tað er Jákup Suni Lauritsen, og hann byrjaði í starvinum 1. september.

Jákup Suni kennir væl kommununa, tí hann hevur sitið í bygdaráðnum fleiri ferðir, eisini sum formaður í teknisku nevnd og borgarstjóri. Afturat tí hevur hann starvsroyndir sum tekniskur leiðari og skrivari í Kvívíkar kommunu, og harvið eisini royndir innan kommunala fyrisiting.

Jákup Suni hevur útbúgving sum bygningssnikkari og byggifrøðingur, og hann hevur drúgvar royndir innan tað tekniska økið, bæði innan projektering og byggileiðslu, og við hesum metir Sørvágs kommuna hann at vera væl ílatnan til uppgávuna.

Seinastu árini hevur Jákup Suni verið stjóri í Sørvágs snikkaravirki.
Av øðrum vikomandi starvsroyndum kann nevnast, at Jákup Suni í fleiri ár var nevndarformaður í SEV.

Onnur tíðindi

Endur­lýsing: VASKIFÓLK TIL ALVALON

24. desember 2025

Jólapakki til øll húskir í Vágum fríggja­dagin

18. desember 2025

Kommunuskrivstovan fer í jólafrí

16. desember 2025