Kunning frá Sørvágs Kommunu

20. november 2023

Hiddenfjord fer at seta smolt út í smoltslangum tvørtur um Sørvágsfjørð, sett verður út frá parkeringsplássinum við Breiðá og yvir til alibrúkið í Selvík.

Smoltslangan er væl merkt við reyðum boyum/blinkljósum pr. hvørjar 100 metrar.

Byrjað verður hósdagin 23. november 2023 og arbeiðið heldur fram til og við mánadagin 27. november 2023, í hesum tíðarskeiði er fjørðurin avsperraður.

Vísandi til kort, so kunnu smábátar sigla innanfyri lokaðu eindirnar/ alibrúkið í Selvíkum.

Ein bátur frá Hiddenfjord kemur at liggja á fjørðinum, meðan fjørðurin er avsperraður.

Eru ivamál kann ringjast á tlf. 224152

Onnur tíðindi

Minningarhald teirra sjólátnu Allahalgannadag

31. oktober 2025

Skrá fyri Trivnaðarvikuna

29. oktober 2025

Stórfingin gáva frá Lions Vágar

27. oktober 2025