Broytan av byggisamtykt

04. desember 2023

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 22.11.2023 samtykt at broyta part av matr. nr. 16 og frá øki K: Landbúnaður til øki B: Sethús.

Broytingin saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá 05.12.2023 til 26.12.2023 báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 16.01.2024.

Mynd 1 vísir økið, sum uppskotið er um at broyta. Mynd 2 vísir einans lutirnar, sum uppskotið er um at broyta. Á mynd 3 sæst hvussu byggisamtyktin sær út eftir broytingina.

GG: Øll økir, ið ikki eru lýst í teknlýsingini eru sambært byggisamtyktini "K: Landbúnaður".

Onnur tíðindi

Bingjuplássið stongt 1. mai

29. apríl 2025

Flaggdagshaldið á Krígssavninum

25. apríl 2025

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 30. apríl

24. apríl 2025