Áheitan á allar borgarar í Sørvágs kommunu
30. januar 2024
Í sambandi við veðurforsøgnirnar komandi dagarnar, verður heitt á allar borgarar í Sørvágs kommunu, um ikki at lata lutir liggja leysir, so skaði kann standast av teimum.
Tað er ikki vandaleyst at senda fólk út til bjargingaruppgávur, og tí er best at byrgt verður fyri, at skaðar henda.
Tað er betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin.
Sørvágs kommuna og Sørvágs Sløkkilið
Onnur tíðindi
Jólatrøini í Sørvágs kommunu verða tendrað
21. november 2026
Heildarætlan fyri bátahylin í Sørvági samtykt
21. november 2026
Skrá fyri bygdaráðsfund
20. november 2026