90 ára føðingardagur
24. februar 2024
Í dag fyllir Emma Joensen (f. Davidsen) 90 ár. Emma er ein bygdamynd, sum framvegis er væl fyri hóast høga aldurin.
Hon er føst og fús til "Virkin sum longst" sum er í skúlanum týsdagar, og eisini í Undirhúsinum hvønn fríggjadag.
Foreldrini hjá Emmu, Dunga-Elivina og Dáva-Marius, vóru bæði úr Sørvági, so Emma er sørvingur við stóra S.
Úr einum systkinaflokki uppá átta, er Emma næstyngst. Hon giftist við Rudy, og tey fingu trý børn: Jenny, Thorgrim og Maud.
Føðingardagin heldur Emma í Havn saman við familjuni.
Sørvágs kommuna ynskir Emmu hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum, og myndin er tikin í dag, tá borgarstjórin var framvið við blómutyssi.
Onnur tíðindi
Bókaframløgan í marghøllini
12. januar 2025
Bókaframløga í Marghøllini
07. januar 2025
Gott nýggjár!
31. desember 2024