5 x gull til Sørvágs

25. februar 2024

Stóru finaludagarnir í flogbólti hava verið hetta vikuskiftið, og sigast má at væl hevur hilnast hjá Sørvágs Ítróttarfelag.
Tilsamans 13 finalur hava verið, og SÍ hevur luttikið í seks av teimum. Tað bleiv til fimm gull og eitt silvur.

Stórur spenningur var um liðið hjá monnunum í meistaradeildini, kundi gera nakað við Mjølnir, ið at kalla hava verið einaráðandi í ár. Flogbóltsviðmerkjarar og miðlafólk hava havt Mjølnir til favorit, men liðið úr Sørvági hevði tó munin og vunnu ein tryggan 3-1 sigur, og fyri fyrstu ferð síðani í 2018 kom steypagullið hjá monnunum aftur til Sørvágs.

Leikandi venjarin, Cristiano Campos, var valdur til dagsins leikara, og vísti hann stórspæl, hóast hann er 42 ára gamal.

Fleiri av teimum sum leiktu við vinnandi U19-liðnum spælda eisini í meistaradeildini, og liðið tykist tí at hava eina bjarta framtíð.

Hvør ið vinnur FM verður avgjørt seinni í vár.

Úrslitini:
Gentur 12: SÍ - KÍF 2-0 (25-10, 25-18)
Gentur 14 A: SÍ - Dráttur 1-2 (25-22, 15-25, 13-15)
Kvinnuunglingar: SÍ - Mjølnir 2-0 (25-09, 25-16)
Dreingir 16: SÍ - ÍF 2-0 (25-21, 25-14)
Dreingir 19: SÍ - ÍF 2-1 (23-25, 28-26, 15-11)
Meistaradeild menn: SÍ - Mjølnir 3-1 (25-22, 29-27, 24-26, 25-16)

Sørvágs kommuna ynskir SÍ hjartaliga til lukku.

Onnur tíðindi

Myndir frá flaggdagshaldinum

25. apríl 2024

Flaggdagshald

21. apríl 2024

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 24. apríl

19. apríl 2024