Heilsufótbólturin byrjar aftur
15. mai 2024
Vit byrja at venja heilsufótbólt aftur í Sørvági og í Sandavági.
Venjingartíðir:
Mánadag kl. 19:30 – 20:30 á Dungasandi í Sørvági
Mikudag kl. 19:30 – 20:30 á vøllinum í Sandavági
Heilsufótbóltur er fyri borgarar 60+.
Hvat er heilsufótbóltur
Heilsufótbóltur er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men hevur áður ikki verið beinleiðis málrættaður til hendan aldursbólkin. Tað, sum eyðkennir heilsufótbólt er, at spælt verður á smærri økjum og í minni bólkum. Tað er sostatt ein øðrvísi háttur at spæla fótbólt, og leggur veruliga upp til, at øll kunnu vera við – roynd, sum óroynd.
Onnur tíðindi
Vallistar til fólkatings- og løgtingsval
10. mars 2026
Sørvágur fær nýggjan festival
05. mars 2026
Tíðindaskriv frá Sørvágs kommunu
25. februar 2026