Ung í arbeiði
21. mai 2024
Nú ber til at tekna seg til ”Ung í arbeiði”. Í ár verður arbeitt frá 24. juni til og við 5 juli.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávunar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.
Arbeiðstíðin er frá 09:00 til 16:00.
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Tilboðið er galdandi fyri næmingar, sum ganga í 9. flokki
Tey, sum eru áhugað í hesum tilboðið verða biðin um at seta seg í samband við kommununa, á tlf. 363200 ella við at senda ein teldupost til sorvag@sorvag.fo, í seinasta lagið 19. juni, kl. 16:00.
Við tilmelding skal upplýsast:
- Navn
- Bústaður
- Føðiár
- Telefonnummar
Onnur tíðindi

Hugnaløtu í samband við gávuhandan frá Lions Vágar
09. oktober 2025

Trivnaðarvikan í Sørvágs kommunu
06. oktober 2025

Áheitan
03. oktober 2025